Norðmenninir Tjostolv Moland og Joshua French vórðu fyri løtu síoðani dømdir til deyða fyri dráp og onnur brotsverk í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Teir báðir norðmenninir vóru ákærdir fyri at hava skotið ein bilførara í mei í ár. Harafturat vórðu teir ákærdir fyri njósning og fyri at hava roynt at skipa ein brotsmannafelagsskap.
Í úrskurðinum segði rætturin, at tann 28 ára gamli Tjostolv Moland og tann 27 ára gamli Joshua French vóru sekir í drápi, njósning og vápnaðum ráni. Umframt deyðarevsingina bleiv Tjostolv Moland dømdur 20 ára fongsul fyri brot á vápnalógina.
Rætturin segði, at teir báðir høvdu njósnast fyri norsku stjórnina og vísti á, at báðir høvdu samleikaprógv frá norsku verjuni uppi á sær, tá teir blivu tiknir. Harafturat ferðaðust teir við falsaðum nøvnum.
Verjin hevur boðað frá, at málið verður lagt fyri ein hægri rætt at taka støðu til.