Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hevur nú ásett norsku kvotuna av norðhavssild fyri 2017. Ráðharrin hevur gjørt av at hækka kvotuna við seks prosentum, sum gevur uppsjóvarvinnuni í Noregi heili 40.000 tons eyka av norðhavssild í 2017.
Seinastu árini hevur eingin avtala verið millum strandalondini um norðhavssildina. Føroyar boðaðu í 2013 frá, at vit ikki longur góðtaka gamla býtið, sum gav Føroyum 5,16 prosent. Síðan hava Føroyar einvíst ásett sína kvotu, og í ár varð hon góð 17 prosent av tilmælinum hjá ICES.
Hini londini hava higartil fylgt gamla býtinum, men nú ger Noreg eisini upp við gamla býtið. Noreg átti 61 prosent av heildarkvotuni, men landið heldur seg hava rætt til ein munandi størri part, og fyri 2017 hevur Per Sandberg so ásett kvotuna til 67 prosent.
Hini strandalondini, sum eru Russland, Ísland, Føroyar og ES, hava enn ikki boðað frá, hvussu stóra kvotu tey fara at seta sær í 2017, men uttan iva verður talan um eina munandi størri veiði, enn ICES mælir til.
Eftir gamla býtinum átti Noreg 61 prosent, Ísland 15,6, Russland 12,9, ES 6,5 og Føroyar 5,16 prosent.
Felagið Nótaskip veit at siga, at samráðingarnar millum strandalondini um norðhavssildina endaðu úrslitaleysar í oktober, og neyvan verður nakar fundur aftur, fyrr enn á heysti í 2017.