Norðoya spinnari til sølu

Nicolina Jensen Beder
??????

29. august ár 2003 var eg bjóðað til fundar í Klaksvík, og hoyrdi eg her fyri fyrstu ferð um verkætlanina »Ullvirking í Norðoyggj-um« ? framleiðsla, frálæra, gransking og mentan. Tey høvdu gjørt ein so sera áhugaverdan faldara, ið átti at verið sendur í hvørt hús í Føroyum. Uttan at endurgeva faldaran út í æsir, vil eg bert taka einkult brot, sum lýsa grundgeving og endamál. Áhugabólkurin fyri ullvirking í Norðoyggj-um varð skipaður á vári 2001 við tí aðalmáli at keypa »Norðoyar Spinnarí«. Mona Olsen, ið átti spinnaríið, var sera áhuga í hesum máli. Við støði í omanfyristandandi, hevur arbeiðsbólkurin gjørt soljóðandi endamálsorðing: Endamálið við at keypa »Norðoya Spinnarí« er:
1. At varðveita og menna spinnaríið, fyri at varðveita siðvenju og kunnleika um ullvirking og við støði í hesum at ganga nýggjar leiðir og skapa eina burðardygga framleiðslu.
2. At varðveita mentan og siðaarv til gagns fyri fólkið, ið her býr, eins og vitjandi.
3. At nýta spinnaríið í samband við frálæru innan ull og ulltilvirkan, soleiðis at øllum skúlum kann standa í boði at gera nýtslu av útbúnaði og vitan.
4. At menna førleikan innan tógvframleiðslu við at skipa fyri gransking og nýggjar royndir verða gjørdar við ull og ullaúr-dráttum og leita upp nýggj-ar marknaðir.
Spinnaríið kann partvíst gerast eitt »fornminna-spinnarí«. Tá verður spinnaríið eitt stað, sum er opið fyri almenninginum, tað verður undirvíst og greitt frá fakinum ull og ulltilvirkan, søgu og ment-an. Hetta er serliga áhugavert í sambandi við ferðavinnuna og kann eisini gerast ein inntøkugevandi partur av virkseminum.
Nú er so spunavirkið til sølu, og vóni eg inniliga, at tað eydnast at gera dreymin til veruleika. Sjálv haldi eg, at vit eru komin á evsta mark fyri at missa alla okkara siðvenju, bæði hvat seyði og ull viðvíkur. Uni Danielsen sigur í Dimmu, at eitt ferðafólk hevur sama virði sum eitt tons av toski. Um so er, er ikki minni umráðandi, at vit verja okkara egnu siðvenju og søgu, so vit hava nakað at bjóða teimum, ið koma. Ferðafólk ynskja vanliga at keypa nakað sermerkt. Vónandi fara allir peninga- og mentanarstovnar at stuðla Sp/f Ullvirking 2002.