Listaframsýningin á Norðoyastevnu verður í Skúlanum við Ósánna leygardagin tann 1. juni og sunnudagin tann 2. juni.
Tað er Norðoya Listafelag, sum skipar fyri framsýningini, og tekur sær av øllum tí praktiska í sambandi við hana.
Tey, sum ætla sær at sýna fram, kunnu seta seg í samband við tlf. 45 50 27 skjótast gjørligt, og í seinasta lagi tann 29. mai.
Av tí at plássið ikki er óavmarkað, kann tað verða neyðugt at velja millum innkomnu verkini.
Tað er ein treyt, at myndirnar eru upprunamyndir.
Tíðin er knøpp, tá farið verður at heingja upp, og tí er sera umráðandi, at myndirnar eru fullkomiliga klárar at heingja upp, tá komið verður við teimum.
Framsýningin letur upp leygardagin klokkan 17.00, og er opin til klokkan 22.00. Sunnudagin er opið frá klokkan 15.00 til klokkan 22.00.
Atgongugjaldið er 20 krónur, og er myndaskráin samstundis ein lutaseðil. Drigið verður, tá framsýningin endar, og vinningurin er ein málningur.