Norðoyingar halda ferðini

Eitt yvirlit frá Landsverki vísir, at nógv tann størsti parturin av bilførarunum i Norðoyggjum halda seg innan fyri lógarinnar karmar.

Bert hendinga bilar koyrdu omanfyri 100 km/t eina ávísa viku í fjør.

Fyri sløkum ári síðani varð gjørd ein serstøk teljing av ferðsluni, sum koyrdi eftir tunnilsvegnum í Klaksvík.
Henda mátingin vísti, at í viku 37 í 2005 koyrdi í miðal 2720 bilar eftir hesum vegastrekkinum.
Men mátingin vísti eisini ferðina hjá klaksvíkingum og øðrum bilførarum í Norðoyggjum. Í hesi kann ein bara staðfesta, at teir allarflestu koyrdu niðanfyri 80 km/t.
Staðfestast kann nevniliga, at væl omanfyri 80 % teirra hildu seg til ásetingarnar í ferðslulógini um mest loyvdu ferð.
Tíggjundi hvør bilførari koyrdi millum 80 og 90 km/t og eini 5 % millum 90 og 100 km/t.
 
Onkur koyrir skjótt
Hinvegin so vísti kanningin, at tveir av hvørjum hundrað bilførarum koyrdu omanfyri 100.
Í mátingini verður hetta sett í básin 100 til 180 km/t, men einki verður sagt um at nakar koyrdi upp ímóti ovara markinum.
Mesta ferðslan eftir tunnilsvegnum er ikki óvæntað um 5-tíðina seinnapartar, tá fólk er ávegis til hús eftir loknan arbeiðsdag.
Nevnast kann, at mesta ferðslan var í januar mánaði, tá millum 3000 og 3500 bilar koyrdu í miðal eftir hesum vegastrekki.