Norðoyingar vilja hava Norrønu

Norðoya Sjálvstýrisfelag heitir á tingið um at gera íløguna í Smyril Line til eitt íkast til útjaðaran. Eisini kann hetta skapa størri reglusemi í rutusiglingina hjá Norrønu

Nú Føroya Løgting hevur samtykt at bjarga Smyril Line undan húsagangi, heitir Norðoya Sjálvstýrisfelag á tingið um at gera Norðhavnina í Ánunum til heimstað og fast atløgupláss hjá Norrønu.


- Við hesum hevði íløgan hjá landskassanum gjørt størst gagn bæði hjá landinum og Smyril Line. Høvuðskommunan í Norðuroyggjum, Klaksvík, er eitt øki í landinum, sum í løtuni hevur stóran tørv á at verða styrkt, skrivar Sjálvstýrið í Norðoyggum.


Felagið vísir á, at vinnulívið í Klaksvík hevur tørv á beinleiðis atgongd til av- og áskiping, og tað er einki meira enn rímiligt, at Norðuroyggjar fáa sín part av ágóðanum av gjøldum í sambandi við farma- og ferðaflutning, nú tað almenna setir pening í hesa vinnu.


Norðoya Sjálvstýrisfelag vísir til tøl frá Hagstovu Føroya, ið gera greitt, at kommunurnar í Norðoyggjum eru tær kommunur í Føroyum, ið eru mest tengdar at tilfeingisvinnuni. Harafturat er Klaksvíkar kommuna komin í fíggjarligt óføri, samstundis sum at útlitini fyri tilfeingisvinnuna eru døpur.


- Norðhavnin er ein veðurgóð havn, sum kann tryggja skipi og ferðafólki reglusemi. Við at gera hesa havn til fast atløgupláss hjá Norrønu, gerast møguleikarnir betri at røkka endamálinum í samgonguskjalinum, skrivar Norðoya Sjálvstýrisfelag í tíðindaskrivi.

Felagið vísir á, at í samgonguskjalinum stendur, at við verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virksemið kring landið. Eisini stendur, at haldast skal fram við arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar í útflutnings- og ferðavinnuhøpi, soleiðis at vit fáa greiðan kappingarsamleika. Harafturat skal ein yvirskipað ætlan fyri menning og marknaðarføring av Føroyum og ferðavinnuni verða gjørd, so hon kann gerast vinnuligt íkast fyri alt landið.


Norðoya Sjálvstýrisfelag heldur, at Føroya Landsstýri sum høvuðspartaeigari í Smyril Line nú hevur ein góðan møguleika at vísa, at samgongan meinar nakað við tað, sum stendur í samgonguskjalinum.