Norðuratlantsbólkurin nýggjan skrivara

Síðan Norðatlantsbólkurin varð settur á stovn í 2001, hevur Sjúrður Skaale verið ein fastur partur av honum, men nú pakkar hann saman og flytir til Føroyar. Heini í Skorðini verður nýggi skrivarin hjá bólkinum

Christiansborg<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>




Eftir fólkatingsvalið er greitt, at Norðuratlantsbólkurin heldur fram við somu manning, sum stovnaði bólkin í november 2001, nevniliga Høgna Hoydal og teimum báðum grønlendsku fólkatingsumboðunum Kuupik Kleist og Lars-Emil Johansen. <o:p></o:p>


Sum skrivari hevur Sjúrður Skaale eisini verið ein fastur partur av bólkinum síðan 2001 og hevur verið við til at myndað tað arbeiði, sum bólkurin hevur brúkt sínar pengar til. Millum annað stóð hann fyri fólkarættarliga kanningararbeiðinum, sum førdi til tvær bókaútgávur í heyst ?The Right To National Self-Determination? og eitt keldusavn á donskum, sum millum annað avdúkaði at danir hava villleitt ST í mun til viðurskiftini í Grønlandi í 50?unum. <o:p></o:p>


Sum allir aðrir tingbólkar á Christiansborg, fær Norðuratlantsbólkurin eina ávísa upphædd um mánaðin til lønir, eins og teir fáa eina fasta upphædd fyri hvønn tinglim, sum er í bólkinum, at gera upplýsandi arbeiði fyri. Einasta kravið er, at peningurin verður brúktur til verkætlanir, sum eru upplýsandi í mun til parlamentariska arbeiðið, sum verður gjørt í fólkatinginum ? til dømis at bøta um grundarlagið fyri at gera lógaruppskot ella broytingar í verandi lóg. Norðuratlantsbólkurin er ein góður møguleiki fyri at skapa vitan um Føroyar og føroysk viðurskifti, heldur Sjúrður Skaale. <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Óavmarkaðir møguleikar<o:p></o:p>


- Tað er so nógvur peningur í hesari skipanini, at møguleikarnir eru óavmarkaðir. Tú kanst gera alt tað, tú vilt. Í sambandið við fólkarættarligu kanningina, kundi eg seta allar teir serfrøðingar, sum eg hevði brúk fyri. Faktiskt var eg skelkaður yvir, hvussu nógvur peningur verður koyrdur út til tingbólkarnar, tá vit byrjaðu, sigur Sjúrður Skaale.<o:p></o:p>


Bøkurnar, sum komu út í heyst eru longu útseldar frá forlagnum, og yvirskotið hava teir eisini til góðar. Næsta verkætlanin verður møguliga at kanna, hvussu peningastreymurin er millum Føroyar og Danmark og Grønland og Danmark, og tað verður helst nýggi skrivarin, Heini í Skorðini, sum fer at standa fyri tí arbeiðinum. <o:p></o:p>


- Í roynd og veru kanst tú kanna alt ? til dømis, hvussu umstøðurnar hjá føroyingum og grønlendingum eru í Danmark ? ella hvussu nógvir føroyingar eru til ? tað er tað jú eingin sum veit við vissu. Hetta er alt upplýsandi arbeiði, sum er sera hent, og eg síggi Norðuratlantsbólkin, sum ein møguleika fyri at gera upplýsandi arbeiði um Føroyar og at virka sum ein longri armur hjá føroysku mynduleikunum, sigur Sjúrður Skaale, og leggur aftrat at atfinningar úr Føroyum, um at teirra virksemi skal verða landaskaðiligt er heilt burturvið.<o:p></o:p>


- Landaskaðiligt virksemi er nakað, sum danir vórðu koyrdir í geglið fyri eftir annan verðaldarbardaga, hetta er heilt burturvið og sera grovar ákærur ? vit gera upplýsandi arbeiði, sigur Sjúrður Skaale og leggur aftrat, at hvat tú velur at kanna sjálvsagt er tengt at hvørjir politikarir mynda bólkin, men sjálvt kanningararbeiðið er politiskt óheft.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Gott samstarv við útheimin


Aðar uppgávur hjá skrivaranum hava verið at hava samband við politikarar á Chrisitansborg, og Norðuratlantsbólkurin er somuleiðis ein góður platformur, at skapa samband við umheimin frá, sigur Sjúrður Skaale. <o:p></o:p>


Tað mest áhugaverda við arbeiðinum hevur verið at luttikið í altjóða ráðstevnum saman við londum, sum eru í líknandi støðu sum Føroyar, sigur Sjúrður.<o:p></o:p>


- Eg havi fingið samband við nógv fólk, ið umboða lond, sum eru í somu støðu sum Føroyar. Tað hevur verið tað mest áhugaverda við hesum starvinum ? millum annað at hoyra um hvørjar royndir onnur sjálvstýri hava við til dømis ES, sigur SjúrðurSkaale. <o:p></o:p>


Spurdur um hvat týdningarmesta avrikið hevur verið, er Sjúrður sannførdur um, at tað er arbeiðið við fólkarættarligu kanningini.<o:p></o:p>


- Hans Coell løgfrøðiligi ovastin í ST ringdi og takkaði fyri áhugaverdan lesna ? eg haldi, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði, og eg eri glaður fyri at hava verið her, sigur Sjúrður. Hann er tó ikki keddur av, at hann nú heldur uppat, hann flytir til Føroyar og heldur ikki, at hann kann røkja eitt starv á Christiansborg, tá ið hann býr í Føroyum. <o:p></o:p>


Heini í Skorðini verður nú settur í staðin fyri Sjúrða Skaale, men enn er ikki heilt vist, hvat hansara uppgáva verður, tað skal hann tosað við Høgna Hoydal um. Heini lesur samfelagsfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypannahavn og verður tískil ikki fulla tíð á Christiansborg. <o:p></o:p>


Av góðum ráðum til eftirfylgjaran hevur Sjúrður, millum annað, at tað er týdningarmikið ikki at vera undirbrottligur í mun til politikararnar á Christiansborg <o:p></o:p>


? Tað eru vanlig menniskju, og ein skal ikki vera bangin fyri at tosa við tey, sigur hann og leggur aftrat, at tað eisini kann vera eitt gott hugskot líka at senda teimum ein mail og takka fyri, tá teir taka føroysk viðurskifti upp í fólkatinginum. <o:p></o:p>