Norðurevropeisk meistarastevna í fimleiki á Hálsi

(SportBoxin) Hoyr Harald Joensen og Erlu Mikkelsen greiða frá NEC 2017 í amboðsfimleiki, sum verður í høllini á Hálsi í Havn

 

NEC (Northern European Championship) verður hetta vikuskiftið í Høllini á Hálsi í Havn. Talan er um eina norðurevropeiska meistarastevnu í amboðsfimleiki.

 

Til kappingina koma íðkarar úr Danmark, Íslandi, Finnlandi, Noreg, Wales, Skotlandi, Írland, Svøríki og úr Føroyum at kappast.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrireikararnar, Harald Joensen og Erlu Mikkelsen greiða frá NEC 2017.

 

Tróndur Arge gjørdi samrøðuna í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 fyrrapartin.