Jóannes Hansen
Tað liggur í navninum, at Norðoyastevnan er fyri norðoyingar og ikki bara klaksvíkingar. Tí er ikki annað enn nátúrligt at lodda dýpið fyri at vita, hvussu landið liggur norðuri í Sundi, sum tað verður nevnt í Norðoyggjum. Har flotaðu tey flaggdagin nýggja 6?mannafarið, Sundabátin, sum Sámal Hansen hevur smíðað.
Saman við Árnafirði gjørdu teir í Hvannasundi og Norðdepli rættuliga um seg í kappróðri miðskeiðis í seksti árunum. Sundamenn høvdu 10?mannafarið Norðingin, sum vann FM kappingina í 1965 og 1966, og árnfirðingar høvdu 8?mannafarið Árnfirðing, sum vann FM í 1966, 1967 og í 1968. Hetta var undir gomlu skipanini, tá ið FM varð avgjørt í einum róðri aftaná ólavsøku.
? Vit eiga framvegis 10?mannafarið, og vit hava hoyrt um avrikini, sum vórðu framd við honum. Vit í nevndini eru so mikið ungir, at vit av góðum grundum ikki minnast hetta, men tað hevur verið óført.
Hetta sigur Niels í Buð, sum er formaður í endurreista kappróðrarfelagnum. Saman við honum í nevndini eru Sigmar Sørensen, Vilhelm Hansen, Jákup Justesen, Brian Nýggjagarð, Símun Pætur Olsen og Martin Simonsen.
Sundabáturin er mannaður við monnum, men ikki við kvinnum. Við hesum og nevndarsamansetingini í huga kann staðfestast, at kvinnurnar eru ikki uppi í kappróðrinum norðuri í Sundi:
? Vit royndu at fáa kvinnumanning til nýggja bátin, men tað miseydnaðist. Men tað verður vónandi betri eitt annað ár.
Vóna tit at røkka langt í ár?
? Vit eru við fyri at læra, sum tað plagar at verða tikið til. Tveir av teimum, sum rógva við, vóru í fjør við til at manna Fípuna Føgru í Klaksvík. Hinir hava ongantíð róð áður. Men tað verður dúgliga vant, og so fáa vit at síggja. Klaksvíkingar hava verið ógvuliga hjálpsamir. Báturin hevur síðstu vikurnar staðið í neystinum hjá teimum, og vit hava vant á Vánni í Klaksvík nú undan Norðoyastevnuni. Vit fara eisini at ferðast saman við teimum, so vit kunnu ikki siga annað, enn at samstarvið er gott við grannarnar, sigur Niels í Buð, formaður í Norðdepils?Hvannasunds Róðrarfelag. Teir, sum manna nýggja Sundabátin, eru Martin Simonsen, sum stýrir, og Tordur Sigurðsson, John Mortensen, Christian Guttesen, Rúni í Frammistovu, Jógvan Jóhan Lorenzen og Gunnar Andreassen.
Tá ið báturin fyrstu ferð varð flotaður, var hátíðarhald. 5?mannafarið Ritan, sum felagið luttók við síðsti í seksti árunum og onkuntíð fyrst í sjeyti árunum, varð flotað, og Pól Jóhannesen, trúboðari, segði nøkur orð. Hann takkaði vegna róðrarfelagið fyri góða fíggarliga stuðulin, og so fingu róðrarfelagið og bátsmanningin at vita, hvat tað varð roknað við av teimum:
? Tit eru fyrimyndir hjá bygdunum her í Tronganum, og vit vóna, at tit verða góðar fyrimyndir.