Árligu útgávurnar av populerum tónleiki her í Føroyum ruku frá nøkrum heilt fáum til upp um 30 um árið, eftir at Prix Føroyar byrjaði í 1995. Mett verður, at uml 150 nýggj løg eru blivin smíðað, hvørja ferð kappingin hevur verið. Eftir hetta er óvist, hvussu høgt talið á føroyskari sangskriving hevur verið, men eitt er vist, og tað er, at tónleikavirksemið her í landinum er størri í dag enn nakrantíð áður.
Árini og umførini
Prix Føroyar hevur verið seks ferðir tilsamans: í 1995, 1997, 1999, 2001, 2003 og 2005. Innleiðandi umførini til Prix Føroyar hava verið í Tvøroyri, Klaksvík, Miðvági, Sandi, Vági, Fuglafirði og á Strondum. Semi-finalur hava verið í Fuglafirði og Suðuroy, og endaligu finalurnar í sjálvum Norðurlandahúsinum.
Ikki minni enn 12000 atgongumerki hava verið seld til Prix Føroyar øll árini tilsamans, og roknað verður við, at tað hava verið uml 900 gestir til finaluna í Norðurlandahúsinum hvørt ár.
Framleiðslan vaks orsakað av Prix Føroyum
- Norðurlandahúsið hevur, soleiðis sum eg dugi at síggja tað, virkað sum ein lopfjøl fyri rútmiska komposition í Føroyum. Í hvussu er, hvat mongd viðvíkir, sigur Kaj Johannesen, fyrrverandi formaður í FUT.
- Árligu tónleikaútgávurnar ruku frá nøkrum heilt fáum til upp um 30 um árið, eftir at Prix Føroyar byrjaði í 1995. Føroyskir hjalls-popparar fingu blóð á tonnina, tá teir varnaðust, at pallurin í Norðurlandahúsinum var annað enn ein trýssvattspera.
Í 2005 varð Prix Føroyar hildið fyri síðstu ferð og endaði við einum braki. Nevniliga stóru gallaveitsluni AME (Atlantic Music Event). Hetta árið bleiv Prix Føroyar konseptið fullkomiliga umskapað. Tað fór frá at vera ein tónleikakapping til at blíva eitt sýnisgluggatiltak. Tó enn við tónleikakappingini í spælinum. Tríggir bólkar endaðu í finaluni, og afturat teimum framførdu 11 innbjóðaðir bólkar.
AME
Til AME gallashowið í 2005 vóru umboð úr tónleikavinnuni í Danmark, Svøríki, Noregi, Íslandi og Grønlandi við í dómsnevndini. Hesi vóru ummælarar, fólk frá festivalum, spælistøðum, plátufeløgum o.ø.
Í 2006 og 2007 hevur Norðurlandahúsið eisini havt AME Reykjavík. Føroyskur tónleikur hevur m.a av hesum verið nógv spældur í íslendsku fjølmiðlunum, og higartil hava Gestir, Høgni Lisberg, Teitur, Marius, Makrel, Deja Vu, Lena, Eivør og Brandur Enni verið presenterað til AME Reykjavík.
Við AME hevur Norðurlandahúsið viljað fokuserað uppá nýggjan, rútmiskan tónleik úr Føroyum og øðrum norðurlenskum londum. Málið hevur verið at skapa góðar tónlistarligar upplivingar fyri bæði tónleikarar og áhoyrarar; at vísa úrvalið av føroyskum tónleiki fram, og at geva tónleikarunum møguleika at spæla sín tónleik fyri professionellum fólki úr tónleikavinnuni.
Inntil víðari hevur AME verið tvær ferðir í Íslandi og Tórshavn, og í november í fjør í Vega í Keypmannahavn saman við íslendska Mugison. Í framtíðini ætlar Norðurlandahúsið at skipa fyri fleiri sýnisgluggatiltøkum av hesum slagnum; í fleiri øðrum londum.
?