Norðurlandameistaraheiti fyri skúlar

Fríggjamorgunin byrjaði NM í skúlatelving 2003

Talv
Tíðindaskriv
Hetta er fyrstu ferð síðani 1997, at hendan kappingin er í Føroyum. Fleiri av føroysku luttakarunum hava verið við í fleiri ár, og hesar drúgvu altjóða royndirnar eru farnar at síggjast aftur. Fleiri av føroysku telvarunum eru nevniliga styrkismettir millum teir ovastu og eru sostatt millum favorittarnar til heiðursmerki.
 Tey í Talvsambandinum dylja heldur ikki fyri at vónirnar eru góðar. "Hesuferð vænta og vóna vit, at tað ferð at ganga væl. Skal tað ikki gangast væl á heimavølli við telvarum, sum hava so góð styrkitøl er ringt at siga nær tað skal fara at ganga væl", sigur Martin Berg, sum er ein av fyrireikarunum.
Sterkir føroyingar
Tað er serliga í teimum eldru bólkunum at vónirnar eru góðar. Martin Poulsen og Hans Christian Simonsen eru báðir styrkismettir í ovasta triðinginum í elsta aldursbólkinum fyri teir, sum eru føddir í 1983, 84 og 85. Bæði Hans Kristian og Martin hava nógvar altjóða royndir. Umframt, at teir vóru við á OL talvliðnum í heyst, vóru teir í fleiri kappingum uttanlanda seinasta summar.
 Í bólkinum fyri teir sum eru føddir í 1986 og 1987 er Olaf Berg millum favorittarnar. Ein norrmaður hevur hægsta styrkistali, men síðani koma tríggir, sum eru ógvuliga javnir, ein svii, ein dani og Olaf Berg.
 Vónirnar hjá teimum førosyku telvarunum eru góðar, men teir vita eisini at skal munagott úrslit koma burturúr krevst at teir rættuliga spenna seg. Hóast allir telvarnir ikki hava so høg styrkitøl er einki at ivast í, at teir eru duganligir telvarar tí teir hava vunnið sær rætt at sleppa við til NM gjøgnum drúgvar kappingar.
 Fyrsta umfarið byrjaði fríggjarmorgunin klokkan 9.00 í Norðurlandahúsinum. Seinasta umfarið verður telvað sunnudagin klokkan 15 og heiðursmerkini vera latin eftir seinasta umfarið.