Norðurlond eiga upp í G-20

Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur, at Norðurlond eiga at fáa limaskap í G20-bólkinum, sum er mannaður við 20 teimum máttmestu leiðarunum í heiminum. Eftir hansara áskoðan eiga Norðurlond at vera umboðað, tí í G20 umrøða leiðararnir týðandi spurningar so sum fíggjarkreppu, veðurlag og orku.

Jonas Gahr Støre vísir á, at verður búskapurin í Norðurlondum taldur sum ein, er økið millum tíggju tey størstu búskaparøkini í heiminum og ein tann størsti fíggjarligi stuðulin hjá ST og øðrum altjóða felagsskapum.

Støre ásannar, at einki einstakt Norðurland kemur í G20, men at Norðurlond sum ein eins eiga at hava umboð har.