Norðborg tríggjar vikur í dokk á Skála

- Vit hava gjørt tilsamans fimm túrar við Norðborg í ár, og nú ætla vit at bíða, til svartkjafturin kemur aftur í føroyskan sjógvi, sigur Jón Rasmussen, skipari.

Seinastu tríggjar vikurnar hevur verksmiðjuskipið Norðborg verið í dokk á Skála og Jón Rasmussen, skipari, sigur, at talan er um 5-ára eftirlit, samstundis sum botnurin er vorðin málaður.

 

- Vit hava gjørt fimm túrar tilsamans í ár, og eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt. Vit vóru fyrst tríggjar túrar á svartkjafti, síðan ein lodnutúr, og so vóru vit aftur ein svartkjaftatúr.

 

Skiparin vísir á, at prísurin fyri frystan svartkjaft til matna ikki er serliga góður í løtuni, og tá pakningur, landingar-og flutningsútreiðslur eru drignar frá, hava teir havt umleið 2,30-2,50 krónur eftir fyri hvørt kilo.

 

- Marknaðarlondini til svartkjaftin eru serliga Rusland og Kina, men fiskur er eisini seldur til onnur lond, sigur hann.

 

Jón Rasmussen væntar, at Norðborg verður liðug í dokkini á Skála fríggjadagin, men teir ætla ikki at fara á svartkjaftaveiði aftur, fyrr enn fiskurin kemur aftur í føroyskan sjógv.

 

- Svartkjafturin plagar at koma aftur í føroyskan sjógvi nú í apríl og plagar at vera her tað mesta av mai mánaða eisini.

 

Skiparin sigur, at enn er trupult at siga, nær Norðborg fer á makrelveiði í summar, tí nú sleppa føroysk skip aftur at fiska ein part av makrelkvotuni í norskum sjógvi.

 

- Nú sáttmáli aftur er landanna millum, gevur hetta okkum møguleikar at taka makrelin seinni, um tað vísir seg, at tað loysir seg at bíða nakað, sigur Jón Rasmussen, skipari á verksmiðjuskipinum Norðborg.