Í gjár skipaði Norðoyar kunningarstova fyri stórum jólatiltakið í Klaksvík, nevnt Norðurjól.
- Norðurjól er ætlað sum eitt jólatiltak fyri øll, har børn og vaksin kunnu hugna sær við jólaligum ítrivum og stemningi, segði Elsa Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Hon vísti á, at tiltakið er ókeypis, og at nógvir ymiskir aktørar í Klaksvík vóru við til Norðurjól.
- Eitt nú skipaði Treysti fyri nissurenning, og kór úr Betesda og KFUM framførdu, so hetta var eitt savnandi tiltak fyri øll, sum høvdu hug, varð sagt av Kunningarstovuni, sum fyriskipar hesum tiltaki.
Orð og myndir: Dávur Winther