Norðurkorea hjálpir Russlandi mest í krígnum

- Millum allar sameindu hjá Russlandi, er tað Norðurkorea, sum gevur okkum størstu trupulleikarnar, serliga við veiting av lóðuri, sigur fregnartænastuleiðarin í Ukraina

Hernaðarliga hjálpin, sum Norðurkorea veitir Russlandi í krígnum móti Ukraina, er hon, sum gevur ukrainum størstu trupulleikarnar.

 

Tað sigur fregnartænastuleiðarin í Ukraina, Kyrylo Budanov og sipar til, at Norðurkorea serligar letur Russlandi stórar nøgdir av lóðuri.

 

Útsøgnin hjá fregnartænastuleiðaranum varð borin fram undir einari ráðstevnu í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Tá Kyrylo Budanov varð spurdur um stuðulin, sum Russland fær frá sínum sameindu, nevndi hann Iran og Kina, men vísti serliga á Norðurkorea.

 

- Millum allar sameindu hjá Russlandi, er tað Norðurkorea, sum gevur okkum størstu trupulleikarnar, serliga við veiting av lóðuri.

 

Fregnartænastuleiðarin segði, at við teirri ferð, sum Norðurkorea veitir Russlandi hernaðarliga hjálp, ávirkar hetta beinleiðis "intensitetin" í krígnum.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.