Eitt týskt ferðafólk hevur í dag latið lív eftir eitt hávaálop einar 500 kilometrar sunnanfyri Kanarisku Oyggjarnar.
Tað upplýsir vaktartænastan um hesar leiðir fyri AFP-tíðindastovuni.
Sagt verður, at kvinnan var á ferð við einum seglbáti, sum er skrásettur í Bretlandi, tá vanlukkan hendi.
Eftir álopið bað manningin á seglbátinum myndugleikarnar í Spaniu og Marokko um hjálp.
Kvinnan hevði mist annað beinið í hávaálopinum, og bjargingartyrla varð send út á havleiðina eftir henni.
Tyrlan tók kvinnuna upp úr bátinum og fleyg móti Las Palmas á Gran Kanaria við henni.
Tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga lívinum á henni. Týska kvinnan doyði av hjartasteðgi, áðrenn tyrlan kom til lands.
Sambært altjóða tíðarritinum, Shark Attack File, er tað ikki so ofta, at hávur leypir á menniskju.
Í fjør komu fráboðanir um 69 hávaálop í heimshøpi, harav 14 fólk lótu lív, veit Shark Attack File at siga.