Málið snýr seg um, at maðurin er skuldsettur fyri at hava lopið á eina kvinnu við Sandá í Havn tann 28. apríl. Hann skal nú sita í fýra vikur afturat í varðhaldi.
Málið var fyri í rættinum í dag.
Ákæruvaldið stúrir fyri, at maðurin rýmir av landinum, um hann verður leyslatin.
Fólk kunnu ikki sita í varðhaldi longri enn í fýra vikur, tí er varðhaldsfongslingin longd fleiri ferðir. Viðhvørt hevur maðurin játtað sjálvboðin at varðhaldið er longt, men viðhvørt hevur rætturin, eins og í dag, long varðhaldið.
Maður hevur áður kært longda varðhaldsfongsling til landsrættin, sum tó hevur givið Føroya Rætti viðhald.