info
Ongi úrslit

Norðurlandaráðið og Trojanski hesturin

Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur, og Jenis av Rana, løgtingslimur
3. mai 2023 kl. 11:22

Trojanski hesturin er kendur frá Iliaduni, sum sigur frá krígnum millum Grikkar og Trojabúgvar. Hetta kríggið leikaði á einaferð umleið ár 1200 fyri Kristus.

Í 10 ár høvdu Grikkar og Trojanar barst, tó úrslitaleyst. Tá fær kongurin í Ithaka tað listinlærda hugskotið, at byggja ein risastóran "innantóman" træhest. Og inni í hesum krógvar hann seg, saman við útvaldum hermonnum. Restin av herinum letst ríma, tó krógva nakrir seg tætt við býin, meðan aðrir rógva skip grikka burtur frá Troja.

Íbúgvar Troja fegnast, teir halda, at grikkar eru rýmdir og flyta stórsligna hestin inn í Troja. Og har verður stór veitsla hildin til langt út á náttina.

Seint á nátt, tá flestu menn eru druknir og viknaðir, krúpa Grikkar út úr hestinum og lata upp portur býarinnar fyri restini av hermonnunum. Tá varð lætt hjá edrúum grikkum at sigra á druknu fíggindum sínum- og yvirtaka Troja.

 

Skaðilig tiltøk av flatlondum

Norðurlandahúsið, sum í ár fyllir 40, hevur ríkað land okkara á nógvum økjum. Men á øðrum, og sera týdningarmiklum økjum, kann Norðurlandahúsið sammetast við hestin í Troja, tí langt frá alt er gott og gagnligt, sum borðreitt verður við har.

At skipa fyri og lata dyrnar upp fyri oyðileggjandi tiltøkum av flatlondum, er vorðið eitt afturvendandi átak í húsinum. Og í hesum døgum verður átak, líkt tí í Troja, hýst í NLH. Endamálið er eittans, at ávirka Føroyar og føroyingar við óføroyskum, óbíbilskum og skaðiligum kynsligum hugsanum, sum annars liggja fjart frá tí, sum føroyingar ”ervdu fedrum av”. Átøkum, hvørs snilda endamál er at seta spurningin- ”hevur nú Gud sagt”.

Og málbólkurin, sum lagt verður eftir, er børnini. Við tølandi orðum og myndum verða lærarar og foreldur lokkaði at senda børn síni í NLH til leikir og tiltøk, hvørs einasta endamál er at ávirka komandi ættarlið at skifta ”hitt náttúrliga um við tað, ið er ímóti náttúruni”.

Í stýrinum fyri NLH eru tveir av sjey limum útlendingar- og væl meira enn 80 % av fíggingini er útlendsk- úr Norðurlandaráðnum. Tí eru allar royndir at muta ímóti til fánýtis. Talan er um útlendskkt vald, og fremmanda ávirkan, sum snildisliga verður smoygd yvir okkum.

 

Umráðandi at foreldur og lærarar eru á varðhaldi!

Í Troja hevði støðan verið ein onnur, um íbúgvarnir vóru vaknir og á varðhaldi. Sama er hjá okkum. Um ikki lærarar, foreldur og allar góðar kreftir taka saman hendur, rópa varskó og bera boðini um, at hesturin er alt annað enn ”tómur” og vandaleysur, so farast virðini- sum Troja á sinni!

So áheitan Miðfloksins á føroysk foreldur er: verjið børn tykkara, verið á varðhaldi fyri tí, sum snildisliga verður roynt at ávirka virðismiklastu ogn tykkara, børnini, við.

Altvgerandi er eisini, at vit sum tjóð sum skjótast taka NLH yvir á føroyskar hendir! Jú, tað kostar, men virði barnanna kann ikki metast í krónum og oyrum.

 

Vegna Miðflokkin

 

Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur

Jenis av Rana, løgtingslimur

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

20 minuttir síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

50 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

2 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

3 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan koppaði oddaliðnum í KÍ-høllini

4 tímar síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

4 tímar síðan