info
Ongi úrslit

Betri og tryggari karmar til Bólk 5

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag (SÚF) hevur sent landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt hoyringarsvar til uppskotið um nýggja kunngerð fyri bólki 5

Fróði Magnussen
29. november 2026 kl. 11:21

Eg skilji væl tey sjónarmið og tær stúranir, sum felagið førir fram.

Fyrst av øllum fegnist eg um, at landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at endurskoða skipanina hjá bólki 5. Nú ræður um at nýta hoyringartilgongdina til at fáa eina so góða skipan sum gjørligt.

Eg fari at miðja eftir at fáa eitt gott og konstruktivt samskifti við landsstýrismannin um uppskotið. Sum løgtingsmaður fari eg eisini at arbeiða fyri, at bólkur 5 fær betri og tryggari karmar. Í hesum sambandi eru serliga ávís viðurskifti, sum eg haldi eiga at verða tikin uppí endaligu viðgerðini av kunngerðini, viðurskifti sum SÚF eisini vísti á.

Inntøkumarkið kann gera veruliga trupulleikan størri

Mín størsta stúran er uppskotið um, at inntøkan frá øðrum enn útróðri ikki má vera hægri enn 350.000 krónur, um ein skal hava fiskiloyvi í bólki 5A.

Størri trýst á bólk 5B

Við inntøkumarkinum verða fleiri útróðrarbátar fluttir úr bólki 5A niður í bólk 5B.

Tað er umráðandi at skilja, at avleiðingin ikki bert verður, at fleiri bátar skulu býta fiskidagarnar í bólki 5B sínámillum. Teir bátar, sum verða fluttir úr bólki 5A niður í 5B, eru jú bátar, sum við sínum virksemi hava fiskað seg uppí bólk 5A. Tí er sannlíkt, at teir í miðal, brúka munandi fleiri fiskidagar enn teir bátar, sum frammanundan eru í bólki 5B.

Trýstið á fiskidagarnar í bólki 5B kann sostatt økjast munandi meira, enn økingin í sjálvum bátatalinum gevur ábending um. Við hesi broyting er stórur vandi fyri, at vit gera trupulleikan við ov fáum fiskidøgum í bólki 5B enn størri, heldur enn at loysa hann.

Vit vita, at tað júst er í bólki 5B, at trotið á fiskidøgum er ein afturvendandi trupulleiki og við hesi broyting verður bólkur 5B uppaftur meira tengdur at góðvilja hjá Landsstýrismanninum at flyta dagar frá bólki 5A til 5B.

Tyngri fyrisiting og vandi fyri, at fiskiloyvini ikki verða útskrivað rættstundis

Inntøkumarkið verður eftir míni meting eisini sera trupult, um ikki nærum ógjørligt, at umsita á ein fullgóðan hátt í verki.

Í 2026 hava 73 bátar havt fiskiloyvi í bólki 5A, og sambært uppritinum hjá ráðnum lúka 131 bátar galdandi avreiðingarkrav fyri at fáa A-loyvi í 2027.

Eg havi hugt nærri at eigaraviðurskiftunum á www.teyggjan.fo og kann staðfesta, at fleiri bátar hava meira enn ein eigara. Harumframt eru bátar, sum eru ogn hjá feløgum, ið aftur kunnu hava fleiri eigarar.

Fyri hvørja einstaka umsókn skal Vørn kanna eigaraviðurskiftini, staðfesta, hvør veruliga rekur bátin, hvør er fastur útróðrarformaður, gjøgnumganga viðkomandi skattauppgerðir og skilja millum inntøkur frá útróðri og aðrar inntøkur. Hartil skal Vørn við støði í endaligu skattauppgerðini frá TAKS, sum sambært § 2, stk. 3 skal leggjast við umsóknini, taka støðu til, hvørjar inntøkur eru fevndar av inntøkumarkinum. Hetta hevur við sær, at Vørn nú eisini skal viðgera skattaupplýsingar hjá einstaklingum sum ein part av málsviðgerðini, áðrenn fiskiloyvi kann útskrivast. 

Talan kann sostatt verða um fleiri hundrað persónar og feløg, hvørs viðurskifti í størri ella minni mun skulu kannast, áðrenn fiskiloyvini kunnu útskrivast. Hvussu skal eftirlit síðani havast við, hvør veruliga rør út við bátinum, og hvussu skal skipanin handfara broytingar í eigaraviðurskiftum ella skifti av útróðrarformanni í árinum?

Hartil kemur, at rættartrygdin hjá øllum hesum skal tryggjast. Málsviðgerðin skal lúka fyrisitingarligu krøvini, møgulig ivamál skulu greiðast, og avgerðir kunnu kærast.

Vandin er, at vit fáa eina tyngri og dýrari fyrisiting, samstundis sum vit skapa fleiri møguleikar fyri at umganga reglurnar.

Hoyringarfreistin er 18. desember, og tá hoyringarsvarini eru viðgjørd og endaliga kunngerðin orðað, eru vit komin inn í jólahøgtíðina. Ætlanin er kortini, at kunngerðin skal koma í gildi longu 1. januar 2027.

Hvussu skal Vørn innan so stutta tíð megna at gera allar hesar kanningar, greiða møgulig ivamál og tryggja eina fullgóða málsviðgerð? Vandin er, at fiskiloyvini ikki verða útskrivað rættstundis, og at útróðrarfólk tí ikki kunnu reka sítt virksemi við A-loyvi frá ársbyrjan.

Vit hava eitt politiskt ynski um at einfalda almennu fyrisitingina, minka um umsitingarligar byrðar og skapa betri karmar fyri vinnuna. Eftir míni meting er henda áseting eitt stig í øvuta ætt.

Eg haldi, at vit eiga at leggja størri dent á veruliga virksemið hjá bátinum heldur enn á, hvar eigarin annars forvinnur sín pening, sum SÚF eisini mælir til.

Onnur tilmæli hjá SÚF, sum eg stuðli

• Eitt rímiligt avreiðingarmark

Markið á 500.000 krónur er eftir míni meting ov høgt, serliga fyri snellubátarnar. Vit skulu eisini hava í huga, at fiskaprísirnir í løtuni eru óvanliga høgir, samstundis sum fiskidagatalið minkar ár undan ári. Ein varandi skipan eigur ikki at verða grundað á eitt óvanligt tíðarskeið við sera sjáldsomum høgum prísum. Eg skilji tí væl tilmælið hjá SÚF um eitt mark á í mesta lagi 300.000 krónur.

• Eitt rættvíst býti av fiskidøgunum

Fiskidagarnir eiga í størstan mun at verða rætt tillutaðir frá ársbyrjan, við støði í talinum av bátum og veruliga tørvinum hjá báðum bólkunum. Tilmælið hjá SÚF um at lækka rokningargrundarlagið hjá 5A úr 110 niður í 80 dagar fyri hvønn bát eigur at verða tikið við í hesa viðgerð.

Samstundis skal tryggjast, at teir serliga markaðu fiskidagarnir til bólk 5B verða varðveittir.

Møguleikin hjá landsstýrismanninum at flyta dagar millum bólkarnar er ein góð trygd, men eigur ikki at vera ein fortreyt fyri, at skipanin virkar.

• Varðveita møguleikan fyri góðum várróðri

At avmarka daganýtsluna til 50 prosent fyrra hálvár kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri bólk 5B. Várróðurin er ein av týdningarmestu árstíðunum hjá nógvum útróðrarmonnum.

SÚF vísir á at at vit skulu ansa eftir, at bátarnir ikki noyðast at liggja við bryggju, júst tá veðrið er gott og fiskur er at fáa. Hettar er eitt skilagott sjónarmið.

Fiskidagaskipanin eigur at laga seg eftir fortreytunum fyri útróðri – ikki øvugt.

• Fáa meira burtur úr fiskidøgunum

Eg taki undir við uppskotinum hjá SÚF um at seta eitt minstamark fyri, nær ein avreiðing telur sum ein nýttur fiskidagur.

Tað er ikki skilagott, at ein heilur fiskidagur verður brúktur til eina avreiðing av nøkrum fáum fiskum, tá fiskidagarnir frammanundan eru so fáir.

SÚF mælir til eitt mark á 150 kg, sum einans skal vera galdandi, so leingi fiskidagar eru eftir í bólkinum. Hetta er eitt ítøkiligt uppskot, sum eigur at vinna frama. Sjálvur haldi eg tó, at markið skuldi verið 200 kg.

• Aftur til semjuna um fiskidagatalið

Ein grundleggjandi orsøk til verandi støðu er stóri niðurskurðurin í fiskidøgunum undir seinastu samgongu. Hettar vísir SÚF á í sínum hoyringsskrivi.

Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri, at vit venda aftur til leistin, sum semja var um í sambandi við umsitingarætlanina frá 2021, áðrenn óvanliga stóri niðurskurðurin varð framdur.

Eisini fari eg at stríðast fyri, at bólkur 5 fær samsvarandi møguleikar sum aðrir skipabólkar at flyta ónýttar fiskidagar millum ár.

• Varðveita og styrkja tær góðu ásetingarnar

Higartil hevur skipanin verið soleiðis, at ein bátur sjálvvirkandi varð fluttur úr bólki 5B uppí bólk 5A, tá avreiðingarkravið var lokið. Við nýggju kunngerðini verður hetta broytt, soleiðis at tað verður sjálvboðið hjá bátaeigaranum, um hann ynskir at fara uppí bólk 5A. Hetta taki eg fult undir við.

Við at flyta úr bólki 5B uppí 5A fylgja økt trygdarkrøv til bát og útgerð, sum kunnu hava við sær munandi fíggjarligar útreiðslur. Hjá summum bátaeigarum loysir tað seg tí ikki fíggjarliga at fara uppí bólk 5A, hóast teir lúka avreiðingarkravið. Tað er tí skilagott, at bátaeigarin sjálvur fær møguleikan at taka hesa avgerð.

Somuleiðis fegnist eg um, at ásetingin um at varðveita fiskiloyvið í bólki 5A, tá eigarin endurnýggjar sítt fiskifar, verður varðveitt í nýggju kunngerðini. Henda áseting kom í gildi 1. januar 2026, eftir at Løgtingsins umboðsmaður í áliti sínum frá 24. februar 2025 hevði víst á manglar í reglunum.

Í §4 í uppskotinum til nýggju kunngerðina stendur:

„Um eigari av fiskifari skiftir fiskifar út, sum fiskiloyvi 5A er knýtt at, kann fiskiloyvi 5A latast honum at fiska við nýggja fiskifarinum.“

Eg fari at mæla til, at orðið „kann“ í §4 verður broytt til „skal“, soleiðis at ásetingin verður soljóðandi:

„Um eigari av fiskifari skiftir fiskifar út, sum fiskiloyvi 5A er knýtt at, skal fiskiloyvi 5A latast honum at fiska við nýggja fiskifarinum.“

Hetta er ein lítil broyting í orðaljóðinum, men ein týðandi broyting í rættartrygdini hjá bátaeigaranum.

Ein bátaeigari, sum stendur frammanfyri einari stórari fíggjarligari íløgu, eigur ikki at vera í iva um, hvørt hann sleppur at varðveita sítt fiskiloyvi. Fiskidagaskipanin eigur at stuðla undir endurnýggjan av útróðrarflotanum og skapa tryggar íløgukarmar, heldur enn at vera ein forðing fyri hesum.

Vit skulu finna loysnir í felag

Eg ivist ikki í, at landsstýrismaðurin ynskir at skapa góðar umstøður fyri føroyska útróðurin. Tað ynski hava vit báðir í felag.

Vit hava nú eitt gott høvi at skapa eina skipan, sum er einføld at umsita, gevur útróðrarmonnum tryggar karmar og í størstan mun virkar uttan afturvendandi politiskar avgerðir um flyting av fiskidøgum. Tí tað hevur stóra týdning at útróðrarfólk kenna seg trygga við skipanina, ikki bert undir sitandi landsstýrismanni, men eisini í framtíðini.

Eg taki stúranirnar og sjónarmiðini hjá SÚF í álvara, og eg fari at arbeiða fyri, at tilmælini hjá felagnum verða tikin við. Hetta fari eg at gera í einum jaligum og konstruktivum samstarvi við landsstýrismannin.

Útróður er ein týdningarmikil partur av okkara vinnuliga, sosiala og mentanarliga samleika. Tað er okkara ábyrgd at skapa karmar, sum gera tað møguligt at reka útróður í Føroyum, bæði í dag og hjá komandi ættarliðum.

Fróði Magnussen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

43 mió. kr. til trygd, heilsu, mentan og ítrótt

6 minuttir síðan
Tíðindi

Spania vel­ur í dag – høgra­vendi Vox kann fáa stjórnar­vald

48 minuttir síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum – men sera friðarligt

2 tímar síðan
Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

11 tímar síðan
Hondbóltur

Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia

12 tímar síðan
Tíðindi

Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika

12 tímar síðan
Tíðindi

Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan

13 tímar síðan