-Vit kunnu ikki taka støðu til nakað sum helst, áðrenn ein almenn umsókn úr Føroyum um limaskap í EFTA er klár. Ikki fyri enn umsóknin er latin EFTA, kunnu vit siga nakað nærmari um støðuna hjá Noreg um føroyskan limaskap.
Anne Lene Dale Sandsten er talskvinna í norska uttanríkisráðnum, og hon er rættiliga varin við at úttala seg um støðuna hjá Noregi í spurninginum um føroyskan limaskap í EFTA.
Spurd, um norska uttanríkisráðið hevur gjørt sær nakra meting av, hvørji framtíðarútlit Noreg sær við føroyskum limaskapi er svarið tað sama.
-Vit kunnu ikki siga nakað, áðrenn ein umsókn er latin EFTA, er stutta svarið.
Tíðindafólkið í Brússel hjá norska Aftenposten, Alf Ole Ask, hevur í dag eina søgu um, at Føroyar hava í hyggju at søkja um limaskap í EFTA. Í greinini framgongur , at møguligur føroyskur limaskapur í EFTA má metast út frá fólkarættarligum, handils- og uttanríkispolitiskum viðurskiftum.
Greinaskrivarin metir, at tey fólkarættarligu viðurskiftini mugu fyrst fremst vigast av dønum, og um teir vilja lata Føroyar gerast limur av EFTA.
Formansskapin
Noreg hevur í løtuni formansskapin í EFTA. Formanskapurin í felagsskapinum gongur upp á skift millum tey fýra limalondini í EFTA. Á heimasíðuni hjá EFTA sæst at lesa, hvørjar raðfestingar Noreg hevur fyri EFTA í heyst.
Møguligur føroyskur limaskapur verður ikki nevndur sum partur av raðfestingunum í heyst.
Hinvegin leggur Noreg dent á at fáa fríhandilsavtaluna hjá EFTA við Suður Korea, sum kom upp á pláss 8. juli, undirskrivaða. Millum onnur mál kunnu nevnast, at EFTA ynskir at kanna møguleikan fyri eini fríhandilsavtalu við lond sum Algeria og Japan.