Noreg fer at bora eftir olju í Arktis – sama hvat ES heldur

Noreg ætlar at halda oljuframleiðsluni á verandi stigi í minsta lagi fram til 2035. Barentshavið fær ein avgerandi leiklut, sigur norski orkumálaráðharrin.

Noreg fer at halda fram við at menna olju- og gasstilfeingið í Barentshavinum, hóast ES tekur undir við einum forboði móti nýggjum boringum í Arktis.

 

Tað sigur norski orkumálaráðharrin, Terje Aasland, undan norsku olju- og orkuráðstevnuni ONS.

 

– Við geopolitiska og trygdarliga støðinum í dag, og tá hugsað verður um tilfeingisstøðuna, haldi eg, at virksemið í Barentshavinum tænir bæði norskum og evropeiskum áhugamálum, sigur hann.

 

ES tekur í løtuni undir við einum forboði móti nýggjum boringum í Arktis av umhvørvisávum. Sambært Reuters verður tó umhugsað at broyta støðuna við atliti at orkutrygdini.

 

Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, er Noreg vorðið størsti veitarin av jarðgassi til Evropa. Landið nøktar umleið 30 prosent av gasstørvinum hjá ES og Bretlandi.

 

Í 2025 var norska gassframleiðslan nær við metstøði, meðan oljuframleiðslan var tann mesta síðan 2009.

 

Almennar forsøgnir vísa tó, at framleiðslan fer at minka munandi eftir 2030, um ikki borað verður eftir nýggjum olju- og gasstilfeingi.

 

Terje Aasland sigur, at Noreg ætlar at varðveita oljuframleiðsluna og oljuútflutningin á leið á verandi stigi í minsta lagi fram til 2035. Barentshavið fer at hava ein avgerandi leiklut í hesum.

 

Barentshavið liggur norðan fyri Noreg og Russland og eystan fyri Norskahavið.

 

Í samrøðum við embætisfólk úr ES hevur Noreg víst á, at økini í Barentshavinum, sum eru latin upp fyri oljuboringum, eru ísfrí eins og Norðsjógvurin. Tí er vandin fyri oljulekum og øðrum umhvørvisárinum minni, siga norðmenn.

 

Noreg hevur eisini ført fram, at virksemið tryggjar arbeiðspláss og búseting í norðaru pørtunum av landinum, sum liggja upp at markinum við Russland.

 

Terje Aasland hevur varhugan av, at ES lurtar eftir norsku sjónarmiðunum. Hann leggur samstundis dent á, at Noreg hevur rætt til at menna tilfeingið í Barentshavinum, eisini um ES er ímóti.

 

– Vit fara at menna hesi økini. Síðan verður tað upp til ES, um tey vilja seta eitt fyribils bann fyri at keypa gass ella olju, sigur hann.

 

Kelda: Ritzau/Reuters