Noreg koppaði vertstjóðini

Norska manslandsliðið í hondbólti sigraði á Póllandi í Krakow

Frammanfyri meir enn 15.000 áskoðarum í Tauron Arena høllin i Krakow í Póllandi vann Noreg ein sensasjónelan 30-28 sigur á vertstjóðini, Póllandi. Støðan í steðginum var 16-15 til Noreg.

 

Espen Christensen í norska málinum stóð ein rimmar dyst. Espen Lie Hansen við átta málum gjørdi sítt til, at norski sigurin kom í hús. Sambært norska blaðnum VG, átti Sander Sagosen eisini sín stóra lut í sigrinum. Pólsku heimaáskoðararnir løgdu eitt ræðuligt trýst á norska liðið við sínum rópum, tá norska liðið var í álopi, men norðmenn lótu seg ikki ávirka. Michal Jurecki gjørdist toppskjútti hjá Póllandi við átta málum.

 

Noreg skal spæla ímóti Makedonia mánadagin, og tá kunnu norðmenn tryggja sær eitt hálvfinalupláss. Makedonia liggur aftast í EM millumbólki 1 við ongum stigi. 

 

Støðan í EM millumbólki 1 : 

 

1Frakland4301121:1016
2Noreg330093:866
3Pólland320183:784
4Kroatia4202116:1114
5Makedonia300370:880
6Hvítarussland300371:900

 

Komandi dystir :

 

25.01 17:15Makedonia:Noreg
25.01 19:30Pólland:Hvítarussland
27.01 15:00Makedonia:Hvítarussland
27.01 17:15Frakland:Noreg
27.01 19:30Pólland:Kroatia