Á einum torgi við handlum, barr, hárskera og fótarøkt situr 74 ára gamli, norðmaðurin, Bjørn Arnestad. Kona hansara gjørdist dement sum 65 ára gomul og noyddist á stovn at búgva. Hon doyði fyri tveimum árum síðan.
Nú Noreg letur upp sína fyrstu demens bygd við útiøkjum, kafé, handlum og ymiskum øðrum, er hin 74 ára gamli og skoðar nýggju møguleikarnar, sum nú eru skaptir til tey dementu í økinum.
Umhvørvið minnir um torgið í einari vanligari bygd. Tað er Bærum kommuna í Noreg, sum letur upp eitt umhvørvi fyri dement, rópt Carpe Diem. Hetta er eitt afturlatið øki við 158 bú-, viðgerðar-og tænastutilboðum.
- Her eru ógvuliga nógvir møguleikar í umhvørvinum, og eg trúgvi, at kona mín hevði dámt væl at vera her, sigur Bjørn Arnestad. Tá hon byrjaði at gerast dement, helt maðurin í fyrstani, at hon var vorðin útbrend í starvinum sum rektari.
Hann sigur, at alt byrjaði við, at konan gjørdist tunglynt, og hon kendi seg útbrenda. Hon byrjaði at gloyma lyklarnar til húsini og billyklarnar. Sum tíðin leið, fekk hon staðfest, at hon var byrjandi dement.
Tað hevur kostað 720 miljónir norskar krónur at reisa demens bygdina á føtur, og bygdin læt upp í Bærum kommunu á altjóða Alzheimer-degnum í gjár.
- Her skulu borgararnir verða við í øllum, sum hendir. Hetta verður øðrvísi enn á einum vanligum demensheimi, har borgarar fáa tað mesta borið upp í hendurnar og annars sita nógv inni á sínum egnu kømrum, sigur tænastuleiðarin í demens bygdini, Arne Mæhlum.
Hann vísir á, at her hava borgararnir møguleikan at luttaka í matgerð og øðrum, og tey kunnu ferðast frítt í umhvørvinum. Arne Mæhlum sigur seg vóna, at borgararnir fara at flyta inn í økið so hvørt, sum korona-støðan loyvir tí.
Norski heilusmálaráðharrin, Bent Høie, væntar, at fleiri norskar kommunur fara at ganga í fótasporunum hjá Bærum kommunu í hesum sambandi. - Eg trúgvi, at hetta er vegurin at ganga. Her eru umstøður og tilboð til borgarar og avvarðandi, sigur heilsumálaráðharrin.
Sum skilst, eru í øllum førum tríggjar aðrar kommunur í Noregi í holt við at gera líknandi demens bygdir. Nú skal finnast út av, hvat riggar, og hvat kanska kundi verið øðrvísi, tá aðrar kommunur fara undir líknandi verkætlanir.
Tað er norska tv2.no, sum greiðir frá demens bygdini í Bærum kommunu, og um heimasíðuna sæst eisini eitt filmsbrot av nýggja - og geniala - umhvørvinum, sum her er skapt fyri tey dementu og teirra avvarðandi.