Noreg sendir tvey F-16 flogfør til Danmarkar

Tvey norsk F-16-flogfør verða send til Danmarkar, so tey kunnu brúkast til venjingina av ukrainskum flogskiparum.

 

Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, var í gjár í norska býnum Bodø, har síðstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar til at senda F-16-flogfør til Danmarkar. - Foto: NTB/Reuters

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Noreg sendir eisini tíggju undirvísarar.

Flogførini verða send til Fluvestation Skrydstrup. Tað er ikki grett, hvussu leingi tey skulu vera har.

Í desember varð boðað frá, at teir fyrstu ukrainsku flogskipararnir vóru i ferð við at venja at flúgva í F-16 stríðsflogførum í Danmark.

Teir byrjaðu tá teir eftir at hava hava verið ígjøgnum grundleggjandi venjing í Bretland við kongaliga Bretska Flogvápni (RAF).

Norska kringvarpið NRK sigur, at Noreg tilsamans fer at lata Ukraina millum fimm og tíggju F-16-flogfør.

/ritzau/

 

Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, var í gjár í norska býnum Bodø, har síðstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar til at senda F-16-flogfør til Danmarkar. - Foto: NTB/Reuters