Noreg sló egið met í januar og útflutti mat úr havinum fyri heilar 4,8 miljardir norskar krónur. Hetta er ein øking á 15% í mun til sama mánað í fjør.
Tað vísa tøl hjá Norges Sjømatråd.
Tað er serliga laksurin, sum gevur útslagið. Noreg útflutti nevniliga fyri 2,8 miljardir krónur í laksi í januar, og tað er ein vøkstur í mun til sama mánað í fjør á heili 43%.
Útflutningurin av laksi vaks bæði í nøgd og prísi. Higartil í ár hevur kiloprísurin fyri heilan norskan laks verið 34,66 krónur - ella stívliga átta krónur meiri, enn Noreg fekk fyri kilo av laksi í sama mánað í fjør.
- Orsakað av stórum eftirspurningi útfluttu norskir laksaframleiðarar meiri laks fyri betri prísir enn sama mánað í fjør.
Tað sigur Egil Ove Sundheim, stjóri fyri marknaðarupplýsing í Norsk Sjømatråd í tíðindaskrivi.