OL-gull nummar sjey á hesum leikunum, og OL-gull nummar 105 á tí søguliga vetrarolympiska listanum er heima hjá Noregi. Noreg hevur vunnið gull í klassisku skíðrenningar-stafettini fyri kvinnur.
Marit Bjørgen, sum longu hevði vunnið tvey gullmerki tók tað fjórða og seinasta tørnið í stafettini.
Vibeke Skofterud, Therese Johaug og Kristin Størmer Steira høvdu arbeitt væl á sínum teinum, og høvdu syrgt fyri, at Noreg var á odda, tá Marit Bjørgen tók seinasta tørnið. Marit Bjørgen dreiv á, og tað var skjótt, at hon punkteraði spenningin í kappingini.
Bjørgen var so langt á odda, at hon fekk tíð at fáa fatur á einum norskum flaggi, og áðrenn hon fór um málstrikuna - 24,6 sekund frammanfyri týsku kvinnuna, sum vann silvur - gav Bjørgen sær tíð til at gera eitt lítið listalopp um málstrikuna.
Talan gjørdist um ein stóran norðurlendskan dag, tí finsku kvinnurnar vunnu bronsu. Finnland var 30,4 sekund aftanfyri Noreg. Hetta er triðju ferð í OL-søguni, at norsku kvinnurnar vinna klassisku skíðrenningar-stafettina, og fyrstu ferð síðani 1984, tá vetrarleikirnir vóru í Sarajevo í einum landi, sum tá var nevnt Jugoslavia.