Noreg vann olympisku vetrarleikirnar

Noreg vann 16 olympisk gullheiðursmerki

Therese Johaug gjørdist stóra norska hetjan við trimum gullheiðursmerkjum í skíðgongu

Therese Johaug gjørdist stóra norska hetjan við trimum gullheiðursmerkjum í skíðgongu

Svenskarar plaga at skemta við, at olympisku leikirnir eru upprættaðir fyri at ugga norðmenn.

 

Skemt ella ikki, Noreg er nógv tann besta vetrarolympiska tjóðin.

 

Tað kann staðfestast aftaná olympisku vetrarleikirnir í Beijing í Kina eru avgreiddir.

 

Noreg vann 16 gullheiðursmerki. Serliga merkisvert er, at Therese Johaug sum seinnu árini hevur havt sítt at stríðast við vann trý gullheiðursmerki í skíðgongu (langrend). 

 

Noreg vann ikki færri enn 37 olympisk heiðursmerki.

 

Til samanberingar vann Danmark einki heiðursmerki. 

 

Og Finnland gjørdist nummar 16 við bert tveimum gullheiðursmerkjum, og átta heiðursmerkjum samanlagt. Tó vunnu finnar tað mest prestisjufulla gullið, tá teir vunnu olympisku finaluna í íshokki við 2-1 sigri á russisku olympisku nevndini. 

 

Her eru 10 tær bestu olympisku tjóðirnar í Beijing 2022: 

 

 

 

1) Noreg 16 gull – 8 silvur– 13 bronsu – 37 samanlagt.

 

2) Týskland 12–10–5–27.

 

3) Kina 9–4–2–15.

 

4) USA 8–10–7–25.

 

5) Svøríki 8–5–5–18.

 

6) Niðurlond 8–5–4–17.

 

7) Eysturríki 7–7–4–18.

 

8) Sveis 7–2–5–14.

 

9) Russiska olympiska nevndin 6–12–14–32.

 

10) Frakland 5–7–2–14.

 

 

 

Therese Johaug gjørdist stóra norska hetjan við trimum gullheiðursmerkjum í skíðgongu

Therese Johaug gjørdist stóra norska hetjan við trimum gullheiðursmerkjum í skíðgongu