Noreg vann seg til HM-endaspælið við fullum stigatali

Noreg søkti Italia á útivølli

Mynd: Ritzau Scanpix

Teir fótbóltsøru norðmennirnir kunnu stórfegnast í kvøld. Fyri fyrstu ferð síðani 2000 skal norska manslandsliðið í fótbólti til eitt endaspæl. Og fyri fyrstu ferð síðani 1998 hevur Noreg vunnið seg til eitt HM-endaspæl.

 

Noreg vann í kvøld 4-1 á Italia í bólkafinaluni í HM-undanbólki I á San Siro leikvøllinum í Milano, og vísti sanna styrki. Italia var á odda 1-0 í steðginum. Men í seinna hálvleiki traðkaði Noreg í karakter og sendi fýra bóltar í italska málið. Erling Braut Haaland gekk undan við at skjóta tvey mál.

 

Kravið til Italia undan dystin var, at teir máttu vinna á Noregi við níggju málum fyri at taka fyrsta plássið í undanbólki I frá norðmonnunum. Tað trúi sjálvt tann mest bjartskygdi italiumaðurin ikki uppá var møguligt. 

 

Erling Braut Haaland hevur higartil skotið 55 mál í 48 landsdystum, ið er ófatuliga gott. 

 

Við teimum avrikunum Noreg hevur lagt fyri dagin í hesari undankappingini, so er møguleikin fyri at teir koma langt í HM-kappingini góðir. 

 

Í sama bólki vann Ísrael 4-1 á Moldova í Chişinău. 

 

Noreg vann bólkin við fullum stigatali, 24 stigum fyri átta dystir. Italia er nummar tvey við 18 stigum, og teir mugu spæla Play Off dystir um rættin at vinna seg til HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada. Ísrael er nummar trý við 12 stigum, Estland hevur fýra stig, og Moldova er aftast við einum stigi.

 

Italia-Noreg 1-4 (1-0)

 

1-0 Francesco Pio Esposito (´11)

 

1-1 Antonio Nusa (´63)

 

1-2 Erling Braut Haalan (´78)

 

1-3 Erling Braut Haalan (´79)

 

1-4 Jørgen Strand Larsen (´93)

 

Ísrael-Moldova 4-1 (1-1) - Spældur á heimavøllinum hjá Moldova

 

1-0 Dor Turgeman, br. (´21)

 

1-1 Ion Nicolaescu (´37)

 

1-2 Roy Revivo (´65)

 

1-3 Eliel Peretz (´85)

 

1-4 sjálvmál (´88)

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix