Ein kanning, sum uttanríkispolitiski stovnurin í Oslo hevur gjørt, kemur til ta niðurstøðu, at tað fær ikki stórvegis ávirkan, hvørt Noreg fer upp í ES, varðveitir verandi EBS-skipan ella fær eina skipan sum ta sveitsisku, sum ber í sær, at landið skal gera semju við ES um hvørt málsøki sær.
Fer Noreg upp í ES, fer tað serliga at ávirka landbúnaðin og fiskivinnuna. Granskararnir siga, at ES-limaskapur fer at gera, at norsku bøndurnir fara at fáa minni stuðul, enn teir fáa í dag, men nakað annað er, at teir kortini fara at missa ein part av stuðlinum orsakað av komandi broytingum hjá heimshandilsfelagsskapinum.
Skal Noreg hava eina skipan sum ta sveitsisku, er fiskurin góður at hava sum býtisvøra, siga granskararnir, men samstundis siga teir, at fer Noreg upp í ES, kann roknast við, at ES fer at broyta sín fiskivinnupolitikk, sum hann fer at líkjast meiri tí norska.