Frits Johannesen
Duga føroyingar einki annað enn at klandrast? Eg meini so við t. d. Brimil, sum nú hevur ligið og snákað sær í Noregi skjótt eina hálva ?øld?, eigur hann einki hjartarúm í okkara medviti? Eftir bakidagar koma snákidagar, verður tikið til. Øll kenna vit søguna um Ólav Halga, hvussu hann var hagreiddur og so tann franska víndunkin, sum varð keyptur til landið uttan fyrilit. Nú hevur verið so mikið av stákan kring hetta vaktarskip, at snákidagarnir skuldu verið av, men svá er ikki. Eg ?moyni? tað.
Tað plagdi at vera hábærsligt at lyfta høvdi høgt og breggja sær eitt sindur. Altíð var tað so, at onkur fekk ilt av hesum. Nú nýggja Norønna er komið upp undir land, er aftur galið. Eg veit ikki hvat tað er, sum ger, at vit ganga í so trongum skóm. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit ein góðan fart til Skotlands við Smirli, men gakk. Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, avhøvdaði sum landsstýrismaður hesa leið, umframt at hann skar ?høvdið? av trimum javnaðarstjórum. Hetta er so smáttskorið at koma framat, og so sveiggja við øksini og kubba á stokkinum bæði so og so. Hesin fartur til Skotlands kundi havt ment seg nógv og verið ein góð leið hjá bæði høgum og lágum at farið eftir í dag.
Nú vísir tað seg, at hetlendingar bjarga Norrønu. Er tað ikki skomm? Landið eigur at seta einar 200 til 300 milliónir í hetta felag (skip), so tað battar. Fullveldið er í eygsjón, tí skulu vit hava ein tignarligan kjøl at sigla á. Lítil dugur verður í okkum, um vit tá fara at sigla landanna millum í tunnuflakum og flita eina skrubbu av Norðhavinum til Skotlands aðru hvørja viku.
Norrøna er ein vegur, ein tunnil og ein jarnbreyt til meginlandið. Ídnaðurin eigur at hava eina góða rás at fara eftir, tá ið hugsað verður um útflutningin. Hetta kann bert gerast við einum dygdargóðum skipi. Minnast skulu vit til, at vit hava langa leið til meginlandi, og hetta kostar okkum dýrt, tí eiga vit hava ein lagaligan fart til ein sámiligan prís til útflutning. Tey, ið vit kappast við, eru á meginlandinum, og hava tey nógv lagaligari kor, tá ið útflutt verður, enn hvat vit hava. Fert tú at ferðast, ja, so eigur hetta eisini vera lagaligt. Í Evropa fara fólk landanna millum sum fon fyri lítið og lætt. Tú kanst fáa eina góða ferð frá Danmark t. d. til París bert fyri 1000 kr. Hetta er sum ein vikuskiftisferð til Suðuroynna.
Álvaratos, Føroyar er ikki øðrvísi enn eitt reiðarí. Landsins myndugleikar (landsstýrið/Løgtingið) eiga at baka soleiðis, at Norrøna verður okkara stoltleiki og veita Smyril Line eina peningaliga hjálp, so tað stendur eftir. Tá ið hetta er gjørt, snáka vit okkum og fara við Norrönu við laksi til París, at ferðast og hyggja eftir heimslist. Hví ikki tað?