Tað mundið endað galið, tá Norröna legði frá bryggju í Havn í nátt. Skúmarin hjá Skipasmiðjuni var og hjálpti Norrönu at sleppa frá bryggju í nógva vindinum, men av eini ella aðrari orsøk, so sleptu teir endanum ov tíðliga, og skipið rak inn í krókin undir Havnarskrivstovuni, og bæði hekka og stevni tóku land. Hekkan tók í bryggjuna undir Skipafelagnum, meðan stevnið tók í molan.
Innan fyri skipið lá útróðrarbáturin Tindur, sum var í vanda fyri at verða kroystur í spønir.
Fyri at tryggja seg móti hesum, varð reyvin bundin í bryggjuna, meðan Skúmarin royndi at fáa stevnið leyst av molanum aftur.
Bógskrúvurnar mólu við fullari ferð, og Skúmarin gav alt hann átti. So fór skipið einar tveir metrar út frá, men so kom ein hvirla, og skipið rak innaftur. Soleiðis gekk á eina góða løtu, til vindurin gav eitt andarhald, og so glapp. Skúmarin hálaði stevnið so langt burtur frá molanum, sum til bar, og so setti Norröna fulla ferð út um molan.
Nakrar skoynur sóust á bakborðshorninum á reyvini, men hvussu var statt við kúluni á stevninum, sóu vit sum eygnavitni ikki...