Norröna fær ikki fólk

Føroyingar vilja ikki sigla við Norrönu. Smyril Line hevur søkt eftir manning til summarsiglingina, men bara ein føroyingur søkti

Norröna tykist ikki nóg attraktiv hjá føroyingum at sigla við. Bara ein føroyingur svaraði upp á lýsingar, sum Smyril Line hevur havt eftir fólki til flaggskip okkara.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá manningarleiðaranum á Smyril Line, men tekniski leiðarin váttar fyri Sosialinum, við manningarleiðaranum sum keldu, at tað kom bara eitt føroyskt svar til ta lýsingina, sum Smyril Line herfyri hevði eftir fólki til Norrönu.
?Hvørjum tað kemst av, kunnu vit so bara gita okkum til, sigur Jógvan í Dávastovu, tekniskur leiðari hjá Smyril Line. Men sjálvur meti eg ta viðgerðina, felagið hevur fngið í pressuni í seinastuni, sum eina grund til, at fólk ikki hevur so mikið álit á okkum, at tey tora at søkja starv umborð á Norrönu, sigur hann.
Jógvan í Dávastovu leggur dent á, at her verður tosað um hotelmanning. Lyklapersónarnir umborð á Norrönu, bæði á brúnni, í maskinuni og í móttøkuni, eru kortini føroyingar, sigur hann.

Polakkar umborð
Nakrir av teimum føroyingunum, sum kortini eru við Norrönu, vórðu mánadagin sendir í land at avspáka, meðan skipið er í Íslandi. Tað dámdi teimum so mikið illa, at teir kærdu avgerðina til Fiskimannafelagið, sum umvefis sjómannadeild sína umboðar tey fakliga.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, váttar, at fólk av Norrönu hevur vent sær til felagið, og at felagið hevur sent Smyril Line eitt bræv um málið.
Talan var um, sigur Óli Jacobsen, at fólk, beint áðrenn skipið kom til Havnar mánamorgunin, fingu at vita, at tey skuldu í land at avspáka og koma umborð aftur, tá farið varð aftur til Danmarkar seinni í vikuni.
Tey mettu ikki, at henda tilrættaleggingin var nóg góð og kendu seg eitt sindur ótrygg, sigur fiskimannafelagsformaðurin.
Fiskimannafelagið hevur hjá Smyri Line gjørt vart við hetta og heldur tað vera keðiligt og óheppið at skapa óneyðuga órógv hjá manningini.
?Felagið fær sum so ikki gjørt stórt meira við málið í løtuni, sigur Óli Jacobsen.

Ov lítið fólk við
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orð á manningarleiðaran hjá Smyril Line, áðrenn blaðið fór til prentingar. Óli Hammer, stjóri, segði seg ikki kenna nóg væl til málið, til at hann vildi gera viðmerkingar.
Jógvan í Dávastovu, tekniskur leiðari, segði tó við Sosialin, at talan var um vanliga avspáking, tí mett varð ikki, at tað var neyðugt at hava fulla manning umborð á Íslandstúrinum, tí so fá ferðafólk vóru við til Íslands.
Hann metti ikki, at tað var nakar vansi í tí, at teir polakkarnir, sum komu umborð í Hanstholm, tóku yvir eftir føroyingarnar, sum fóru í land. Og so vítt hann visti, segði Jógvan í Dávastovu, var einki føroyskt ferðafólk við á túrinum.