Í farnu viku kunngjørdi Smyril Line ársroknskapin hjá sær fyri farna ár. Úrslitið var ikki av tí besta, men samstundis var sagt, at árið í ár sær munandi betur út, tí bókingarnar eru nógv fleiri í tali. Hetta sæst eisini aftur í talinum av ferðandi, sum í dag og í komandi viku fara til Danmarkar í páskafrí.
Vaksandi undirtøka fyri pakkaferðum
Áki Jespersen, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line sigur, at í kvøld fara ikki færri enn 1.320 ferðafólk og umleið 300 bilar við Norrønu, og tað er ómetaliga nógv fyri hesa ársins tíð.
- Ein stórur partur av hesum skal til Danland í Blokhus, so tað verður talan um heila føroyska koloni, sum verður har næstu vikuna, sigur Áki Jespersen.
Eisini í komandi viku fara nógvir føroyingar av landinum við Norrønu. Komandi hósdag, tá ið kósin verður sett móti Danmark, verða ferðafólkini 940 í tali, og gott og væl 250 bilar verða við. Aftur tá fer ein stórur partur av ferðafólkunum í Danland í Blokhus, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín.
Áki Jespersen sigur, at tað er ein støðugt vaksandi áhugi fyri pakkaferðum millum føroyingar, og hetta sæst eisini aftur í hesum døgum.
- Gongdin hesi seinnu árini hevur verið tann, at fólk spyrja meira og meira eftir pakkaferðum, og tað eru fyrst og fremst barnafamiljurnar, ið eru áhugaðar í slíkum ferðum. Tað er jú so ómakaleyst at pakka sær bilin, sigla niður og síðani koyra til frítíðarstaðið og pakka bilin út, greiðir Áki Jespersen frá.