Hvat høvdu Bjørt Samuelsen (T) og Bjarni Djurholm (F), fyrrv. vinnumálaráðharrar, gjørt sótu tey í stólinum hjá Johan Dahl í Norrønamálinum. Endursending í Rás2 kl. 14. Eisini fara Óli Hammer, fyrrv. stjóri í Smyril Line og Tummas Arabo, fyrrv. Strandferðslustjóri og nevndarformaður í Smyril Line at siga sína hugsan um bjargingina av Norrønu. ì sendingini eru ma. eisini prát við Inga Sørensen, kavara og Halldór Pálsson um útgávuna av Útnorðurbókaverki. Vertur er Jan Müller.