Summarið er komið og fólk fara í feriu. Fleiri leita sær av landinum, til sól og hvítar strendur. Fyrsta stig á leiðini út í heim, er annaðhvørt ein ferð við Atlantsflog ella Norrönu.
Men áðrenn komið er so langt, er neyðugt at chekka inn – og tað tekur tíð. Skalt tú við Norrönu verður kravt av tær, at tú stendur klárur á keiini hálvanannan tíma áðrenn fráferð. Tað vil siga, at í seinasta lagið kl. 7.00 sum skipið siglir kl. 8.30. Gert tú ikki tað, kanst tú rokna við at standa eftir – so einfalt er tað.
»Ferðafólk við bili í seinasta lagi 1 1⁄2 tíma og við ongum bili 1 tíma fyri fráferð.«, stendur í reglugerðunum um innskriving hjá Smyril Line.
Rakar suðuroyingar
Tey flestu í meginøkinum hava ongar trupulleikar av hesum, men hjá suðuroyingum er tað problematiskt. Tí Smyril, sum fer av Tvøroyri kl. 6.00, er ikki á Havnini fyrr enn kl. 7.55 sum Norröna loysir kl. 8.30. Og tá Smyril Line krevur, at ferðafólk bili á Norrönu standa klár hálvanannan tíma áðrenn fráferð, uppfylla ferðandi úr Suðuroy ikki hesar treytir og sleppa ikki umborð. Eisini hóast Norröna liggur við kei og fer ongan veg næsta hálva tíman eftir at tey eru komin til Havnar.
Við øðrum orðum merkir tað, at suðuroyingar sum ætla sær við Norrönu ein mánamorgun, mugu fara av oynni kl. 17.30 sunnukvøld og gista onkrastaðni í miðstaðarøkinum, soleiðis at tey kunnu liva upp til krøvini hjá Smyril Line.
Øll somu viðferð
Áður hevur annars borið til hjá suðuroyingum at fara úr Suðuroynni sama dag sum Norrönu fer, men hetta ber ikki til longur. Hví ikki, hava vit spurt hjá Smyril Line?
– Vit hava havt ein trupulleika við, at Norröna ikki kom avstað til tíðina og tað kostar okkum nógv. Nú hava vit so gjørt av, at øll okkara ferðafólk skulu hava somu viðferð, og skulu møta hálvanannan tíma áðrenn skipið fer.
Jákup Sverri Kass sigur, at tað eisini kann tykjast órættvíst hjá hinum ferðandi, at tey skulu møta so langt áðrenn fráferð, tá onnur hava kunnað koyrt beinleiðis umborð á Norrönu.
– Men nú er ferðaætlanin eisini broytt soleiðis, at tey sum koma úr Suðuroy bara hava ein hálvan tíma at geva av, og ikki ein heilan tíma sum fyrr. Og tað er ov lítið, sigur Jákup Sverri Kass.
Tískil fáa suðuroyingar nú boð um, at teir – eins og øll onnur – skulu møta hálvanannan tíma áðrenn Norröna fer.
So nógv ferðandi
Eitt annað, sum eisini ger seg galdandi nú, er av ferðafólkatalið nógv økt seinastu árini.
– Vit hava ongantíð áður havt so nógv ferðandi. Og tá orsøkin til, at ferðandi við bili skulu møta hálvanannan tíma áðrenn fráferð, hevur nakað við stúving av bilum at gera, so mugu allir bilar standa klárir samstundis, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann vísir á, at fyri at gagnnýta plássið umborð sum best, er neyðugt at ymsu bilastøddirnar fara inn samstundis. Hetta so at skilja, at stóru bilarnir fara inn fyrst ella síðst, síðani teir við viðføriskassa á takinum og so framvegis.
– Og suðuroyingar hava ymsar bilastøddir, og tískil mugu teir møta klokkan sjey sum øll onnur, sigur Jákup Sverri Kass.
Betri næsta ár
Men ber tað ikki til at tillaga ferðaætlanina soleiðis, at tað verður eitt sindur lættari hjá teimum úr Suðuroy at ferðast við Norrönu? Ikki í ár, sigur Jákup Sverri Kass. Hann vísir á, at ferðaætlanin er pakkað, so har ber ikki til at gera stórvegis broytingar.
– Men vit arbeiða við eini ferðaætlan fyri komandi ár, og har sær út til, at tað verður nakað høgligari hjá ferðandi úr Suðuroynni, sum ætla sær við Norrönu, sigur Jákup Sverri Kass.