Norrøna byggir brýr um Suðuroyarfjørð

Norrøna er nú byrjað at sigla á Suðuroyarleiðini og hóast daprar spádómar so gekst stak væl fyrsta dagin

Norrøna er nú farið undir strandfarasigling í Føroyum.

Sum øllum kunnugt, er ferðamannskipið leigað sum avloysaraskip fyri Smyril, sum teir næstu 20 dagarnar er til umvælingar.

Men hóast daprar spádómar um vind og dýpið, so eydnaðist fyrsti dagurin avbera væl.

Um tað er tí at so nógv fólk skuldu av oynni, ella bara tí at tað er forkunnugt at sigla um Suðuroyarfjørð við Norrønu er ikki greitt, men fyrsta dagin gekk stak væl.

Út ímóti 600 fólkum og einir 200 bilar fóru um Suðuroyarfjørð henda fyrsta dagin, og tað er heldur meir enn vanligar dagar.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at hann er væl nøgdur við teir fyrstu dagarnar.

? Veðrið hevur eisini verið so vælsignað gott, at har hava eingir trupulleikar verið av nøkrum og eg vónið at tað fer at halda sær.

So sigast má, at Norrøna byggir brýr um Suðuroyarfjørð nú hon er farin í innanoyggjasigling.