Norrøna hevur síðani í gjáramorgunin siglt aftur og fram millum Kristiansand og Arendal í Suðurnoreg, har hon hevur krokað fyri ódnarveðrinum, sum hevur verið.
Men um fimmtíðina í morgun setti hon kós tvørtur um Skagerak við kós ímóti Hirtshals, har hon legði at um níggju tíðina okkara tíð.
Um middagsleitið føroyska tíð legði hon frá landi aftur, og er nú komin væl út í Skagerak, har hon siglir við 18 míla ferð við kós ímóti Havnini. Sambært vesselfinder.com verður hon á Havnini í annaðkvøld klokkan 21.
Smyril Line boðar frá hesum broytingunum eftir seinkingarnar á danmarkarferðini:
10.08.2023 Koma Tórshavn kl. 21:00 (upprunaliga 09.08.2023)
10.08.2023 Fráferð Tórshavn kl. 21:30 (upprunaliga 09.08.2023)
11.08.2023 Koma Seyðisfjörður kl. 12:00 (upprunaliga 10.08.2023)
11.08.2023 Fráferð Seyðisfjörður kl. 14:00 (upprunaliga 10.08.2023)
12.08.2023 Koma Tórshavn kl. 05:00 (upprunaliga 11.08.2023)
12.08.2023 Fráferð Tórshavn kl. 05:30 (upprunaliga 11.08.2023)
13.08.2023 Koma Hirtshals kl. 12:30 (upprunaliga 12.08.2023)
13.08.2023 Fráferð Hirtshals kl. 15:30 (upprunaliga 12.08.2023)