Norrøna kom fyri løtu fyrsta túrin á Vág, nú hon avloysir Smyril í nakrar vikur.
Norrøna kom klokkan 16 á Vág. Hetta er fyrsti túrurin, nú Norrøna avloysir Smyril.
Eftir ætlan skal Norrøna sigla leiðina millum Suðuroynna og Havnina í 3 vikur, meðan Smyril eittnú fær ein nýggjan motor ísettan fyri ein, ið hevur skaða og ikki er virkin longur. Hesin skaðin hevur darvað Smyrli í eina tíð.
Ferðaætlanin er nakað broytt, nú Norrøna siglur, og ferðaætlanin sæst á www.ssl.fo