Norsk F-35 jagaraflogfør á veingjunum

- Vit gjørdu tað, sum vit skuldu og sendu jagaraflogførini á veingirnar so skjótt sum til bar, sigur norskur hernaðarleiðari

Tvey norsk stríðsflogfør av slagnum F-35 fóru av pólsku Poznan-støðini síðstu nátt, tá Russland framdi álop á mál í Ukraina, og rakettir nærkaðust pólska markinum.

 

Flogførini vendu aftur uttan at hava latið skot av.

 

- Talan var um eitt ógvusligt russiskt álop, sum var ógvuliga vestarlaga í Ukraina. Tá russar koma so nær pólska markinum, verða vit sendir á veingirnar.

 

Tað sigur norski leiðarin á Poznan-støðini, Morten Hanche, við Forsvarets Forum. Hann sigur seg vera nøgdan við tað, sum norsku F-35 flogførini gjørdu.

 

- Vit gjørdu tað, sum vit skuldu og sendu jagaraflogførini á veingirnar so skjótt sum til bar, leggur hann aftrat.

 

Norsk F-35 stríðsflogfør hava síðan í byrjanini av oktober havt støð í Póllandi til tess at verja landið móti møguligum russiskum dronum og rakettálopum.