Grønlendska landsstýrið hevur nú sent út eina fráboðan, har tey vísa samkenslu við teimum, sum eru rakt í flogvanlukkuni, tá eitt smáflogfar úr Kanada datt niður á Sermitsiaq-fjallinum, nærindis Nuuk.
Tað er landsstýrismaðurin, Bentiaraq Ottosen, ið umsitir arbeiðsmarknaðin, innanríkismál og umhvørvi, sum vegna stjórnina stendur aftanfyri almenna samkensluskrivið.
Hendingin fór fram seinnapartin leygardagin. Í smáflogfarinum var bara flogskiparin, og hann hevur latið lív í vanlukkuni.
- Eg vil vegna grønlendsku stjórnina vísa okkara djúpastu samkenslu við avvarðandi og flogskiparanum. Hetta er ein vanlukka, sum rakar okkum øll djúpt, sigur landsstýrismaðurin.
Bentiaraq Ottosen takkar eisini øllum, sum vóru við í leitingini eftir flogfarinum - Naviair, Air Greenland, Grønlands Politi, Arktisk Kommando og lokalu átaksfólkunum fyri stóra arbeiðið undir truplum umstøðum.
##med2##
- Eisini vil eg takka ríkisumboðnum í Grønlandi fyri at upplýsa teimum avvarðandi um leitingararbeiðið.
Landsstýrismaðurin sigur, at undir allari tilgongdini hevur grønlendska stjórnin og átaksnevndin fingið góða kunning, og hann er væl nøgdur við góða samstarvið, sum hevur verið millum ymisku partarnar undir átakinum.
Lesið eisini -
Niðurdottið flogfar er funnið í Grønlandi - https://www.in.fo/news-detail/nidurdottid-flogfar-er-funnid-i-groenlandi












