- Fyrr í summar var ætlanin at taka sjálvtøkuna, sum Føroya Banki hevur á bryggjuni í Skopun, niður.
Men, soleiðis verður ikki - ikki fyribils í hvussu er.
Á síni heimasíðu sigur Skopunar kommuna, at tey hava fingið ein nýggjan sáttmála í lag við Føroya Banka.
- Sáttmálin inniber, at so leingi, sum sjálvtøkan riggar, verður hon verandi. Men, tá hon ikki kann umvælast longur, verður hon tikin burtur.
Í Skopunar kommunu vísa tey á, at við tað, at sjálvtøkan ikki verður nógv brúkt, loysir tað seg ikki at seta eina nýggja upp.
Tað merkir so, kunnu vit staðfesta, at sjálvtøkan, sum Føroya Banki hevur á bryggjuni í Skopun, livir upp á lænta tíð.










