Norsk F-35 vardu pólskt loftrúm undir álopinum

Tá russar í nátt lupu á har vesturi í Ukraina, vóru eitt nú tvey norsk F-35 flogfør á veingjunum fyri at verja Pólland og Nato-loftrúm

Tá russar leypa á Ukraina nærindis Nato-loftrúmi er vanligt, at jagaraflogfør hjá teimum sameindu verða send á veingirnar.

 

Soleiðis var eisini í nátt, tá russar framdu ógvusligt álop á býir har vesturi í Ukraina. 

 

Norska verjan váttar, at millum Nato-flogfør, sum vórðu send á veingirnar til at verja pólskt loftrúm, vóru eitt nú tvey norsk F-35 flogfør.

 

- Flogførini fóru avstað um 04-tíðina og vóru leingi á flogi eystarliga í pólskum loftrúmi - móti markinum til Ukraina.

 

Tað sigur talsmaður hjá norsku verjuni, Sigurd Tonning-Olsen, við blaðið, Forsvarets Forum.

 

Í minsta lagi 25 fólk, harímillum trý børn, vórðu dripin í russiska álopinum á Ukraina í nátt, og hetta er tískil tað deyðiligasta russiska álopið í fleiri vikur.

 

Talsmaðurin vísir á, at norska átakið í Póllandi fekk boð um russiska álopið um kommandoketuna hjá Nato.

 

- Tá vórðu flogførini send avstað fyri at verja Pólland og Nato-loftrúm, og á flogi vóru eisini pólsk F-16 flogfør, sigur Sigurd Tonning-Olsen.