-Norskir myndugleikar eiga ikki at tosa við Dalai Lama, sigur formaðurin í norska fiskimannafelagnum, Kjell Ingebrigtsen, og sambært blaðnum Fiskeribladet Fiskaren stúrir øll vinnan fyri, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri samhandilin við Kina, sum tað almenna Noreg hevur samband við Dalai Lama.
Men fiskivinnuni nýtist eftir øllum at døma ikki at stúra, tí sambært uttanríkisráðharranum, Børge Brende, fer eingin limur í stjórnini at tosa við Dalai Lama, tá hann kemur til Noregs.
Tað eru ikki bara fiskimenninir, sum vilja hava politikararnar at halda seg burturi frá tí kenda gestinum. Felagið hjá norska fiskaídnaðinum og felagið hjá alarunum eru komin við somu áheitan.
Dalai Lama kemur til Noregs at vitja í mai, men enn hava hvørki Erna Solberg, forsætisráðharri, ella Børge Brende, uttanríkisráðharri, alment sagt, um tey fara at tosa við hann.
Fekk avleiðingar
Samhandilin millum Noreg og Kina er vaksin nógv tey seinnu árini, men gongdin hevur víst, at tað skal ikki nógv til at fáa steðg í vøksturin. Tað hendi eitt nú, tá Dalai Lama fekk eina almenna móttøku í Oslo í 2005, og tá norska Nobelnevndin gjørdi av at lata kinesiska andstøðinginum Liu Xiaobo friðarheiðurslønina í 2010.
Norska sølan til Kina minkaði aftan á báðar hndingarnar. Hon hevur nú ment seg aftur, men í vinnuni stúra tey fyri enn einum bakkasti, um Dalai Lama fær somu móttøku sum fyri níggju árum síðani, tá hann kemur til Noregs í næsta mánað.