Lungnasjúkan hjá norsku krúnprinsessuni Mette-Marit er versnað munandi, og tí skal hon helst hava lungnatransplantation.
Tað sigur Mette-Marit við norsku sjónvarpsstøðina NRK.
Tað hevur gingið sjótari við sjúkuni enn vónað, og tí fyrireika læknarnir hana til lungnatransplantation, verður sagt.
– Vit hava havt nógv samskifti í heyst um lungnatransplantation. Tað nýggja er, at vit eru farin at nærkast tí stiginum, sigur krúnprinsessan við NRK.
Mette-Marit sigur eisini, at tað hevur verið "ein long tilgongd" mentalt at góðtaka úrslitið.
– Eg havi altíð vónað, at vit fóru at megna at halda sjúkuni niðri. Men nú hevur menningin gingið skjótari enn bæði læknarnir og eg høvdu vónað.
– Bara tankin um, at ein operatión er næsta stigið, er rættiliga krevjandi, tí talan er um ein operatión við nógvum váðum, sigur hon.
Krúnprinsessan fekk fyri sjey árum síðani staðfest kronisku sjúkuna lungnafibrosu, sum ikki kann lekjast.
Við lungnafibrosu gerast lunguni stív og minni før fyri at súrevnisgeva blóðið orsakað av arrvevnaði.
Sjúkan vísir seg við sjúkueyðkennum sum andadrátti og turrum hosta.
Sjúkan ger, at lunguni hava minni kapasitet. Tí mást tú anda meira fyri at fáa meira súrevni inn.
Haakon krúnprinsur lýsir nýggjastu gongdina í sjúkuni sum eina sorgartilgongd hjá kongsfamiljuni.
– Tað er greitt, at fyri okkum, sum elska Mette-Marit og vilja hava hana at hava tað gott, er tað sárt, at tað gerst truplari.
– Tá vit sita still, kann tað tykjast, at hon hevur tað bara gott. Men vit síggja, at hon stríðist meira við andadráttin, sigur krúnprinsurin við NRK.
Hann greiðir frá, at millum annað ikki longur ber til at fara á skíð ella ganga túrar, eins og krúnprinshjúnini áður hava gjørt saman.
##med2##
##med3##
##med4##
/Ritzau/













