Norska løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri dráp ella er samsekur í drápinum av norska ránsmanninum Metkel Betew á skírisdag.
Tann handtikni er ein maður í 50-árunum, sum "løgreglan veit væl frá fortíðini", segði løgregluinspektørurin Grete Lien Metlid á tíðindafundi í kvøld.
Maðurin varð handtikin seinnapartin. Men løgreglan fer ikki at útgreina nærri um, hvør hann er.
Netmiðilin VG harafturímóti almannakunnger bæði navn og mynd av handtikna persóninum.
Sambært blaðnum er talan um ein mann, sum situr 21 ára fongsulsrevsing fyri bílakgt dráp av einum bandaleiðara í 2012.
Hann hevur verið í fongsli næstan alt sítt vaksna lív og verður nevndur "Noregs vandamiklasti maður".
Ákærdi er fluttur á opna deild, meðan hann bíðar eftir møguligari leyslating.
Upplýsingarnar hjá VG eru ikki alment váttaðar.
Á tíðindafundinum í kvøld sigur Grete Lien Metlid, at higartil eru ikki aðrir illgrunasamir ella ákærur í málinum.
Men løgreglan fer ikki at útihýsa, at tað kunnu vera onnur, sum eru við í drápinum á Metkel Betew.
Sambært politiinspektørinum er ov tíðliga at siga nakað um motivið handan drápið. Men løgreglan segði í gjár, at tað helst komst av ósemju.
Drápið hevur verið lýst sum sera ógvusligt og miðvíst.
##med2##
Betew varð funnin skotin og dripin í skóginum nærhendis einum friðarligum bústaðarøki í forstaðnum Oppsal í Oslo.
Norski-eritrearin var eitt av fólkunum aftan fyri størsta ránið í norsku søguni - ógvusliga milliónaránið móti Norsk Kontantservice (Nokas) í 2004.
Gerningsmenninir tóku yvir 57 milliónir norskar krónur í ráninum. Tað ger tað til størsta rán í norskari søgu.
Ein løgreglumaður varð dripin undir ráninum.
/Ritzau/NTB