Ringkøbing kom illa frá landi í niðurflytingarbólkinum

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu á heimavølli

Fyrr í dag settu landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing skøtil á niðurflytingarspæli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli tapti Ringkøbing 31-34 fyri EH Aalborg. Í steðginum var útiliðið frammanfyri við fimm málum, 18-13.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum. Rakul bjargaði fýra av 14 málroyndum ta tíðina av dystinum hon vardi málið hjá Ringkøbing.

 

Silkeborg-Voel er fremst í bólkinum við seks stigum. EH Aalborg hevur trý stig, og Bjerringbro og Ringkøbing hava tvey stig hvør. Ringkøbing fekk stigini við sær úr grundspælinum. Liðið hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg er aftast í niðurflytingarbólkinum við einum stigi.

 

Komandi sunnudag tekur Skanderborg móti Ringkøbing á heimavølli.