Norska stjórnin heldur fram

Tann reyð-grøna stjórnin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra vann ein tepran sigur á stórtingsvalinum í gjár og heldur fram. Teir tríggir stjórnarflokkarnir fingu 86 av teimum 169 limunum í Stórtinginum, og hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at ein norsk stjórn er afturvald.

Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði eitt gott val. Flokkurin fekk tríggjar tinglimir afturat og hevur nú 64. SV misti fýra av sínum 15 umboðum, meðan Miðflokkurin varðveitti síni 11.

Tann stóri vinnarin ío gjár var Høgri, sum fekk sjey stórtingsumboð afturat. Framburðsflokkurin hevði eisini eitt gott val og fekk trý umboð afturat.

Tann stóri taparin í gjár var Vinstri. Flokkurin misti átta tinglimir og hevur bara tveir eftir, og tað fekk alt fyri eitt formannin, Lars Sponheim, at siga seg frá.