Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani Norske Veritas lat upp skrivstovu í Føroyum og samstundis eru liðin 70 ár síðani Norske Veritas fekk sær umboðsmann í Føroyum.
Tað var Lützen, keypmaður í Havn, sum gjørdist fyrsti umboðsmaður hjá Norske Veritas í Føroyum.
Síðani tá er virksemi hjá tí alheims fatandi norska klassingarfelagnum vaksið nógv. Eisini í Føroyum.
Tiltakið hósdagin var skipað við fyrilestrum og móttøku.
Fyrrapartin hósdagin var ein fyrilestur um góðsku- og umhvørvisgóðkenningar.
Hetta eru alt evnir, sum hava stóran týdning í eini møguligari framtíðar oljuvinnu við Føroyar.
Og at tað hevur áhuga millum føroyingar sæst eisini á luttakaratalinum. Eini 65 fólk høvdu leitað sær niðan á hotellið til henda fyrilesturin.
Seinnapartin var ein fyrilestur um KT í sambandið við skipabyggin og skipasýn.
Norske Veritas hevur útviklað eina skipan at brúka í hesum sambandi, og henda skipan evður mett at verða tann mest framkomna í heiminum.
So framkomin er hon, at fleiri fyritøkur hava útvega sær hesa skipan fyri at lætta um.
Her í Føroyum hava Tórshavnar Skipasmiðja og Strandfaraskip Landsins fingið sær hesa skipan.
Seinni seinnapartin helt norski professarin Anders Endal fyrilestur um skip. Hesin fyrilesturin var sera góður sigur Finn Christiansen frá Norske Veritas og leggur afturat at fyrilesturin var sera væl móttikin av teimum umleið 60 áhoyrarunum.
Dagurin hjá Norske Veritas á Hotel Føroyum endaði við eini móttøku í sambandi við 30 ára dagin.