Norskur grundlógardagur í dag

17. mai er norski grundlógardagurin og verður hann fagnaður av norðmonnum um allan heimin.

 

Dagurin er sum vera man almennur frídagur í Noregi og í hvørjum býi verður frá morgni av skipað fyri skrúðgongu. Í onkrum býum eru enntá fleiri skrúðgongur, ein fyri skúlabørnini og ein borgaraskrúðgonga.

 

Hornorkestrini seta sjálvandi sín dám á dagin, tjóðarbúnarnir eisini og ikki minst tey, sum gerast liðug á studentaskúlanum í vár, sonevndu russ-arnir. 17. mai er nevniliga endin á árliga veitslutíð teirra, sum byrjar 1. mai.

 

Tað var 17. mai 1814, at norska grundlógin var undirskrivað í Eidsvoll. Síðani valdu tingmenninir Christian Fredrik til kong í Noregi.

 

Væntandi var 17. mai hátíðarhildin sum almennur grundlógardagur fyrstu ferð í 1836, men í Tróndheim hátíðarhildu fólk dagin longu í 1815.

 

Meðan aðrar evropiskar tjóðir hava stórar hernaðargongur, hevur Noreg valt at hava barnaskrúðgongu ístaðin, har skúla- og barnagarðsbørnini ganga skrúðgongu. Eftir skrúðgonguna skipað ymisku skúlarnir fyri spølum og einum minni hátíðarhaldi við talu og felagssangi.

 

Í Oslo liggur leiðin hjá skrúðgonguni fram við slottinum, har kongafamiljan stendur á altanuni og veittrar til børnini, sum ganga framvið.

 

Eisini norskir útisetar hátíðarhalda dagin og allan dagin sendir norska sjónvarpið bæði frá skrúðgonguni í Oslo og frá hátíðarhaldum aðrastaðni um landið og heimin. Størsta hátíðarhaldið uttan fyri Noreg er í Keypmannahavn, har túsundtals norðmenn luttaka í skrúðgonguni, sum norska Sjómanskirkjan skipar fyri.

 

Eisini her í Føroyum verður 17. mai hátíðarhildin. Føroyskt-Norskt felag skipar fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum í kvøld frá klokkan 17 til 20. Á skránni eru matur, talur, pylsur til børnini, felagssangur og spøl fyri bæði børn og vaksin.