Í tilevni dagsins verður útgivið úrval av bestu yrkingum hansara úr søvnunum Vilja de lyda (1967), Lilja i Dal (1981), Atterljom (1983) og Ettirrakstur (1990).
Saman við Þorsteini Víglundssyni gav hann út íslendska-norska orðabók 1967 og føroyska-norska orðabók 1987. Í henni eru 52.000 orð, og var hon sostatt størsta føroyska orðabók hagartil. Árið eftir kom frá hansara hond hin stóra Ordbok over Detnye testamentet, nýnorska við tilvísingum til grikska frumtekstin, 462 tættskrivaðar tvíteigaðar blaðsíður til støddar.
Hann heldur seg til tað málsniðið, ið Ivar Aasen var upphavsmaður at. Tað hevur støði í norskum bygdarmálum og er næst í ætt við føroyskt og íslendskt.
Hann hevur verið dyggur stuðulsmaður hjá Sunnmøre Vestmannalag, ið stríðist fyri hesum hánorska máli, tey kalla. Felagið gevur út blaðið Vestmannen seks ferðir um árið.
Í yrking nýtir Eigil tíðum ð og aðrar stavir eftir føroyskari og íslendskari fyrimynd, og orðavalið ber tíðum dám av hesum málum.
Sum dømi um málburð hansara verður her at enda sett yrkingin Noreg (Voss 17/7 1938).
Jóhan Hendrik W. Poulsen
Noreg
Langt inní fjölló
og høgt uppí líði
höyri eg lokkandi
tóna só blíði
ovan í skóg –.
klykkíng í bjölló
miðsumars tíði,
láta í lúró
ljóma só fríði
inn í min hug –
dar er dað Noreg búr.
Fagur sum fagrasti
jómfrúvó er hó,
blómstungin bringudúk
bylgjandi ber hó
Noreg, mí brúr –